Marius Kryger Lindh hevur longt sáttmálan við B36.
Tað var stórur rómur í ársveitsluni, tá nýggi høvuðsvenjarin, Jákup Martin Joensen, kunngjørdi fyri veitslugestunum, at annar av okkara toppskjúttum eisini spælir í hvítari blus komandi ár.
Løtu seinni varð hann kosin ÁRSINS LEIKARI.
Marius Kryger Lindh kom til B36 úr AB undan kappingarbyrjan í ár. Í ár spældi hann 33 dystir og skeyt 14 mál fyri okkara besta manslið.