+298 311936 B36@B36.fo
#VitEruB36

Heini Vatnsdal til B36

33 ára gamli miðverjin spælir við B36 komandi tvey kappingarárini.

Vágbingurin í Havn er nú til reiðar at fara í arbeiðshandskarnar í B36-húsinum.

Heini Vatnsdal hevur nógvar og fjølbroyttar royndir. Sum landsliðsspælarin hevur hann vunnið FM við HB, spælt omanfyri 100 dystir fyri Fremad Amager í næstbestu donsku deildini, og í 2021, 2022 og 2023 var hann við á meistaraliðnum hjá KÍ.

Tummas Erling Djurhuus, ítróttastjóri, hevur seinastu vikurnar arbeitt miðvíst við at fáa hópin fyri næsta ár upp á pláss.

– Við Heina fáa vit ein sera sterkan og royndan miðverja, sum vit meta vera ein fongur fyri B36. Hann fer at styrkja væl um okkara besta manslið.

– Eg haldi, at áskoðararnir skulu gleða seg at síggja Heina stýra okkara verjuspæli í hvítu blusuni, sigur hann.

Heini hevur verið darvaður av drúgvum skaða í ár, men er nú farin aftur í gaggurnar.

Vælkomin Heini Vatnsdal!