B36-liðini

Stuðlar

Høvuðsstuðul hjá B36


Stuðlar hjá B36

 
  

 

 

  

 

     

             



Designed by:
SiteGround web hosting Joomla Templates

Stefan verður nummar 8
Sunnudagur, 30. juni 2019 14:57

alt

B36 og Stefan Radosavljevic hava skrivað undir sáttmála, sum bindur partarnar næstu 18 mánaðirnar

 

Eingin ivi er um, at Stefan Radosavljevic hevur verið eitt av heitastu førosyku fótbóltsnøvnunum í ár.

18 ára gamli tvøramaðurin hevur verið ein av lyklaspælarunum hjá TB, har hann hevur skotið sjey mál – harav eitt í steypakappingini, og eisini hevur hann gjørt um seg á U21-landsliðnum.

Nú er so greitt, at tað verður í B36, at Stefan skal royna síni kynstur. Hann venur fyrstu ferð saman við nýggju liðfeløgunum mánadagin, og hann er millum teirra, sum um góða viku leggja leiðina til Belfast, har útidystur móti Crusaders er á skránni.

- Tá vit tosaðu um at styrkja um liðið í summar, var eingin ivi um, at Stefan hevði hægstu raðfesting hjá okkum. Her og nú kann hann avgjørt tilføra hópinum dygdir. Og tá talan er um somikið ungan spælara, er eingin ivi um, at hann kann mennast nógv meira, sigur Jákup á Borg, høvuðsvenjari, um nýggja spælaran.

Sjálvur gleðir Stefan seg eisini at koma til B36.

- Skuldi eg til annað felagenn TB, so ynskti eg sjálvur, at tað varð B36. Spælistílurin hjá liðnum hóskar væl til mín, og eg ivist ikki í, at eg komi at fella væl til í Gundadali, sigur Stefan Radosavljevic.

Sáttmálin er galdandi til og við 2020.

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Betrideildin, menn
 

  

Síggjast í 2020 :)

  -----------------

1. deild menn

Síggjast í 2020 :)

  -----------------

U21

Síggjast í 2020 :)

  -----------------

Betri deildin kvinnur

Síggjast í 2020 :)

Støðan í Betri-deildini

Leinkir

Keyp B36 bókina her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan