B36-liðini

Stuðlar

Høvuðsstuðul hjá B36


Stuðlar hjá B36

 
  

 

 

                          

 

     

             



Designed by:
SiteGround web hosting Joomla Templates

Bylgju Cup 2017
Týsdagur, 05. desember 2017 08:00

alt

Í døgunum 29.-30. desember 2017 skipar Bláa Bylgjan, ið er fjepparafelagið hjá KÍ, fyri stórari innandura fótbóltskapping í KÍ høllini fyri gentur og dreingir í øllum aldri

 

Undirtøkan verður væntandi stór. Í 2016 vóru áleið 100 lið við umleið 500 leikarum, sum komu úr øllum landinum. FSF hevur til komandi kappingarár broytt aldursbólkarnir, so at kappast verður m.a. í U17, U15, U13 og U11. Kappingarnar í Bylgju Cup 2017 koma at hava somu aldursbólkar og nøvn sum til komandi kappingarár. Afturat hesum verður kapping hjá vaksnum, sum vit kenna hana frá undanfarnu árum.

Kappingin umfatar:

U 7 dreingir 5-6 ár (f. 2011-12)
U 9 dreingir 7-8 ár (f. 2009-10)
U 11 dreingir 9-10 ár (f. 2007-08)
U 13 dreingir 11-12 ár (f. 2005-06)
U 15 dreingir 13-14 ár (f. 2003-04)
U 17 dreingir 15-16 ár (f. 2001-02)
U 19 dreingir 17-18 ár (f. 1999-00)
Vaksin (Hægst tveir leikarar úr Effodeildini/1.deild 2017 á vøllinum samstundis) 

Væntandi verður spælt soleiðis:

Fríggjadagin 29. desember: U19, U17, U15, U13 og allar gentukappingarnar

Leygardagin 30. desember: Vaksin, U7, U9, U11 

Gentulið fáa møguleikan at spæla saman við dreingjunum, men í einum aldursbólki lægri enn tær hava aldur til. Eru 3 ella fleiri gentulið til eina deild, so verður kapping hjá gentum. Aldursbólkarnir eru teir somu á gentusíðuni tó at tað verður U18 kapping ístaðin fyri U17 og U19 eins og FSF skipar sína kapping í 2018.

Hvørt liðið telur 5 leikarar og hægst 1 skiftisleikara, tó spæla U17, U19 og Vaksin við 4 leikarum og hava hægst ein skiftisleikara.
Dómarar verða í stóran mun núverandi og fyrrverandi KÍ leikarar í bestu ella næst bestu deildini.

Nr. 1, 2 og 3 fáa heiðursmerkir. Hjá teimum vaksnu fær vinnarin gávukort, meðan vinningar eisini eru til nr. 2 og nr. 3. Hjá U19 er pizza gávukort til vinnandi liðið.

Liðini skulu hava egin nøvn ella nevnast eftir fótbóltsfeløgum.
Tilmelding á tlf. ella SMS til tlf. 295401 ella á privat boð hjá Bláu Bylgjuni á facebook. Tilmeldingin verður váttað, tá hon er komin, so tilmeldingarpersónurin fær váttan fyri at liðið er tilmeldað. 

Síðsta freist at melda til allar kappingarnar er 3. jólakvøld mánakvøldið 27. desember kl. 19.00.

Kostnaðurin er 300 kr. fyri liðið hjá yngru deildunum. Hjá teimum vaksnu er kostnaðurin 400 kr.

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Effo deildin

Síggjast aftur í 2018 :)

  -----------------

1. deild menn

Síggjast aftur í 2018 :)

-----------------

1. deild kvinnur

Síggjast aftur í 2018 :)

 

Støðan í Effo-deildini

Leinkir

B36 á Facebook

 

B36 á Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan