B36-liðini

Stuðlar

Høvuðsstuðul hjá B36


Stuðlar hjá B36

 
  

 

 

  

 

     

             



Designed by:
SiteGround web hosting Joomla Templates

Bylgju Cup 2016
Mikudagur, 07. desember 2016 08:46

alt

Í døgunum 28.-29. desember skipar Bláa Bylgjan, ið er fjepparafelagið hjá KÍ, fyri stórari innandura fótbóltskapping í KÍ høllini. Undirtøkan verður væntandi stór. Í 2015 vóru áleið 100 lið við umleið 530 leikarum, sum komu úr øllum landinum

 

Eins og hjá FSF, so so eru aldursbólkarnir U6, U8, U10, U12, U14, U16 og U18 og hjá bæði dreingjum og gentum verður spælt í somu árgangum sum komandi kappingarár. Afturat hesum vera kappingar hjá Vaksnum og Sjómonnum eins og undanfarnu ár.

 

Kappingin umfatar:

U 6 dreingir 4-5 ár (f. 2011-2012)

U 8 dreingir pinkulingar 6-7 ár (f. 2009-10)

U 10 dreingir Smápiltar 8-9 ár (f. 2007-08)

U 12 dreingir Piltar 10-11 ár (f. 2005-06)

U 14 dreingir Smádreingir 12-13 ár (f. 2003-04)

U 16 dreingir Dreingir 14-15 ár (f. 2001-02)

U 18 dreingir unglingar 16-17 ár (f. 1999-00)

Vaksin (Hægst tveir leikarar úr Effodeildini/1.deild 2016 á vøllinum samstundis)

Sjómenn (Mynstraðir umborð í 2016 og hægst ein leikara úr Effodeildini/1.deild seinastu 5 kappingarárini)

 

Væntandi verður spælt soleiðis:

Mikudagin 28. desember: Sjómenn, U18, U16, U14 og allar gentukappingarnar

Hósdagin 29. desember: Vaksin, U6, U8, U10, U12

 

Gentulið fáa møguleikan at spæla saman við dreingjunum, men í einum aldursbólki lægri enn tær hava aldur til. Eru 3 ella fleiri gentulið til eina deild, so verður kapping hjá gentum. Í 2015 vóru fleiri gentukappingar. 

 

Hvørt liðið telur 5 leikarar og hægst 1 skiftisleikara, tó spæla U16, U18,Sjómenn og vaksin við 4 leikarum og hava hægst ein skiftisleikara. 

 

Dómarar verða í stóran mun núverandi og fyrrverandi KÍ leikarar í bestu ella næst bestu deildini.

 

Nr. 1, 2 og 3 fáa heiðursmerkir. Hjá teimum vaksnu fær vinnarin gávukort, meðan vinningar eisini eru til nr. 2 og nr. 3. Hjá sjómonnum er ferðasteyp til vinnandi liðið. Og hjá U18 er pizza gávukort til vinnandi liðið.

 

Liðini skulu hava egin nøvn ella nevnast eftir fótbóltsfeløgum.

 

Tilmelding á tlf. 295401/268335 ella á Hesin teldubústaðurin er vardur móti skipanum, ið savna teldubústaðir. Tú skalt aktivera javascript fyri at síggja bústaðin.

 

Síðsta freist at melda til allar kappingarnar er 2. jólakvøld mánakvøldið 26. desember kl. 19.00.

 

Kostnaðurin er 300 kr. fyri liðið hjá yngru deildunum. Hjá teimum vaksnu er kostnaðurin 400 kr. Hjá sjómonnum er kostnaðurin 500 kr. pr. lið.

 

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Betrideildin menn

Gundadalur

      

sunnudagin 27. mai kl 15:00

  -----------------

2. deild menn

 B36 - Undrið - leygard. 26.05 kl.16:00

  -----------------

U21 dreingir, steypakapping

Giza Hoyvík - B36

-----------------

Betri deildin kvinnur

B36 - B68 - sunnud. 27.05 kl. 17:15

 

Støðan í Betri-deildini

Gjald limagjaldið 2018 her !

Tín meining

Hvør vinnur, B36-NSÍ?
 

Leinkir

Keyp B36 bókina her :

 

Intersport Summar Cup 2018

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan