B36-liðini

Stuðlar

Høvuðsstuðul hjá B36


Stuðlar hjá B36

 
  

 

 

                          

 

     

             



Designed by:
SiteGround web hosting Joomla Templates

Adrian á sjúkrahúsi
Mánadagur, 22. august 2016 13:04

Adrian Cieslewicz endaði um vikuskiftið á sjúkrahúsi við skallabroti

 

Adrian, sum sjálvandi er beiggi Lukasz, og sum í 2014 spældi nakrar dystir fyri okkum her í B36, spældi saman við liðfeløgunum í TNS á útivølli móti Llandudno í bestu walisisku deildini.

Adrian skoraði fyrsta málið í dystinum, sum endaði við sannførandi 5-0 sigri, men móti dystarenda kom pólverjin heilt illa fyri.

Eftir samanbrest við mótleikara varð Adrian liggjandi, og hann noyddist á sjúkrahús, har tvey brot í pannuni eru staðfest.

Adrian er í løtuni á St. Asaph sjúkrahúsinum í Wales. Á heimasíðuni hjá TNS verður sagt, at hann møguliga verður fluttur til sjúkrahúsið í Stoke ella Liverpool í dag.

Sjálvur skrivar Adrian á Twitter, at hann helst skal undir skurð, men at hann longu nú er farin undir ferðina, sum skal leiða hann aftur á fótbóltsvøllin.

Vit her í B36 ynskja sjálvandi Adrian alt tað besta, og vónandi verður hann aftur at síggja á fótbóltsvøllinum innan alt ov langa tíð.

Tað er væl skilligt, at Lukasz var merktur av keðilgu boðunum úr Wales, tá vit í gjár spældu móti ÍF. Lukasz var tó á vøllinum í samfullar 90 minuttir, og fagnaðurin var sjálvandi ovurstórur, tá hann við einum máli kundi senda beiggjanum eina heilsan við vón um skjótan og góðan bata.

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Effo deildin

Síggjast aftur í 2018 :)

  -----------------

1. deild menn

Síggjast aftur í 2018 :)

-----------------

1. deild kvinnur

Síggjast aftur í 2018 :)

 

Støðan í Effo-deildini

Leinkir

B36 á Facebook

 

B36 á Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan