B36-liðini

Stuðlar

Høvuðsstuðul hjá B36


Stuðlar hjá B36

 
  

 

 

                          

 

     

             



Designed by:
SiteGround web hosting Joomla Templates

FairPlay – takk
Mánadagur, 25. august 2014 17:28

alt

Ein staðfesting av, at hvørki Lukasz Cieslewicz ella Jonas Flindt Rasmussen hava nakað at gera við málið um avtalað spæl, sum er fyri í Danmark

 

Stóra gølan í donskum fótbólti í løtuni er eitt mál frá 2010, har nakrir spælarar í Hvidovre eru undir illgruna fyri at viðvirka í sonevndum match-fixing. Í aktuella førinum var talan um dyst, har teir ákærdu eru undir illgruna fyri aktivt at hava viðvirka til ávíst útfall av dystinum.

 

Lukasz Cieslewicz og Jonas Flindt Rasmussen spældu báðir við Hvidovre í dystunum, sum nú verða kannaðir. Og fyrr í dag róði Norðlýsið í grein á heimasíðuni framundir, at Lukasz var partur av málinum.

 

Vit hava gjørt Norðlýsið vart við, at skrivingin í nevndu grein var greitt í stríð við leiðreglum um góðan fjølmiðlasið, og greinin er seinni tikin av heimasíðuni. Men fyri góðan ordans skuld skulu vit vísa á, at Lukasz ikki er millum spælararnar, ið eru undir illgruna. Og vit kunnu eisini upplýsa, at tað er Jonas Flindt Rasmussen heldur ikki.

 

Vit halda tað tænir fótbóltinum til lítlan sóma, at illgitingar av slíkum slag verða settar fram, og vónandi kunnu vit hesum reglum virka til at beina møguligar misskiljingar av vegnum.

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Effo deildin

Síggjast aftur í 2018 :)

  -----------------

1. deild menn

Síggjast aftur í 2018 :)

-----------------

1. deild kvinnur

Síggjast aftur í 2018 :)

 

Støðan í Effo-deildini

Leinkir

B36 á Facebook

 

B36 á Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan