B36-liðini

Stuðlar

Høvuðsstuðul hjá B36


Stuðlar hjá B36

 
  

 

 

                          

 

     

             



Designed by:
SiteGround web hosting Joomla Templates

Spæla við trygdarbeltum
Fríggjadagur, 15. august 2014 16:45

Saman við Skála, KÍ og Víkingi fer B36 at spæla við trygdarbelti á blusunum komandi vikurnar. Endamálið er at varpa ljós á týdningin av trygdarbeltum

Tó at ásett varð við lóg í 1986, at øll skulu koyra íbundin trygdarbelti, er hetta alsamt ein avbjóðing í ferðsluni.  Mett verður, at umleið helmingurin av teimum, sum eru deyð í ferðsluni síðan tá og ikki nýttu trygdarbelti ella fallhjálm (56 fólk til 2012), høvdu komið frá vanlukkuni við lívinum, varð belti/hjálmur nýtt/ur. Her er talan um mong lív í einum lítlum landi.

Ráðið fyri Ferðslutrygd virkar fyri at gera ferðsluna tryggari við at betra um ferðsluvanarnar við upplýsing, undirvísing og landsfevnandi átøkum. Hetta átakið er samstarv millum Tryggingarfelagið Føroyar, Fótbóltssamband Føroya og Ferðslutrygd.

 

Lið kring landið

Tað verða liðini Skála, KÍ, Víkingur og B36 sum í ár bera trygdarbelti á bringuni. Í sambandi við átakið hevur Ráðið vitjað liðini og greitt frá um týdningin av trygdarbelti  fyri trygdina í ferðsluni. Trygdarbelti kann lættliga vera munurin millum lív og deyða.

Eisini fingu leikararnir høvi at royna simulatorarnar, Gøll og Hvølvus, har teir kendu máttin hjá trygdarbeltinum í einum bráðsteðgi við 10 km/t, og hvussu tað er at bólta runt í einum akfari, eins og teir lærdu at loysa trygdarbeltið á rættan hátt, tá bilurin støðgar á takinum.

Umframt at átakið verður sjónligt á føroysku fótbóltsvøllunum, verður átakið við trygdarbeltum eisini sjónligt í sosialum miðlum komandi vikurnar.


Myndasavn

 

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Effo deildin

  
  B36 - TB/FCS/Royn

 20.09.17 - kl. 18:00

-----------------

1. deild menn

19.09.17 -  kl.19:30

 KÍ - B36

-----------------

1. deild kvinnur

24.09.17 - kl.

EBS/Skála - B36

Støðan í Effo-deildini

Gjald limagjaldið 2017 her !

Tín meining

Hvør vinnur, B36-Suðringar?
 

Leinkir

B36 á Facebook

 

B36 á Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan