B36-liðini

Stuðlar

Høvuðsstuðul hjá B36


Stuðlar hjá B36

 
  

 

 

  

 

     

             



Designed by:
SiteGround web hosting Joomla Templates

FM-vinnarar í Futsall
Sunnudagur, 17. februar 2013 16:10

 

U14 dreingir okkara eru Føroyameistarar í Futsal. Hetta er greitt, eftir at okkara vunnu allar dystirnar í finalu umfarinum, varð leikt á Eiði í gjárkvøldið 



Futsal er ein av skjótast vaksandi ítróttargreinunum í heiminum, og í londum sum Brasil og Spania er ítróttin næstan líka stór sum fótbólturin. 
Í vetur hevur verið skipað fyri fyrstu FM-kappignini í Futsal, og er FSF fyriskipari av hesi.

Futsal er nakað líknandi innandura fótbólti, tó so, so er munur á reglunum. Men allarstørsti munurin man verða bólturin. Futsal bólturin er eitt sindur tyngri, og tað serliga við bóltinum er, at hann springur lítið og einki, soleiðis at bólturin allatíð er á jørðini. Við tað at bólturin er nakað tyngri og annarleiðis at skjóta, verður lagt upp til, at liðini skulu spæla seg allan vegin fram til málið, ístaðin fyri at royna langskot. Bóltspælið er altso í hásæti. 
Sjálv kappingin byrjaði í november, og spælt varð í 8 vikuskiftir yvir 3 mánaðir. Og sjálvt finaluumfarið var so í gjár.


Fyrstu fimm umførini spældu øll 19 liðini ímóti hvørjum øðrum. Síðani varð bólkað av nýggjum, soleiðis at 8 tey fremstu fóru víðari í FM bólkin.
Síðan leiktu hesi 8 liðini innanhýsis ímóti hvørjum øðrum yvir tvey vikuskifti. Endin bleiv at B36 gjørdist ovast við 15 stigum saman við Eb/Streymi. 4 sigrar og 3 javnleikir, og einans 1 mál ígjøgnum høvdu dreingirnir við sær í ryggsekkinum. 

Í gjár var so finalu umfar. Liðini vóru B36, Eb/Streymur, Víkingur og HB. 

Ì fyrsta dystinum leiktu okkara ímóti Víkingi, úrslitið gjørdist 1-0, og var tað Hannes Agnarsson ið gjørdi hetta málið.

Í seinna dystinum leiktu okkara ímóti HB. Talan var um tættan dyst, men tá hálvur minuttur restaði, var tað Hannes Agnarsson, ið avgjørdi dystin. 

Úrslitini lagaðu seg soleiðis, at B36-Eb/Streymur leiktu finalu í seinasta dystinum. Eb/Streymur hevði vunnið sær 4 stig, ímeðan okkara høvdu 6 stig, og kundu tískil liva við javnleikinum. 
Vit vunnu tó ein greiðan 2-1 sigur, sum kundi verið nakað størri. Vit førdu nemliga 2-0 tað mesta av dystinum. Tóki Joensen lyfti bóltin hegnisliga uppum málverjan, tá hann gjørdist leysur við hann, og lítla løtu seinni økti Hannes Agnarsson til 2-0. Eb/Streymur trýsti seinastu løtuna og fingu minka um munin til endaliga úrslitið 2-1. 
Stór frøi var sjálvandi á leikarum og foreldrum, tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð. Vit eru fyrstu FM vinnarar í Futsal fyri U14 dreingir í Føroyum. 

Hjartaliga tillukku Dreingir !! 


Endaliga støðan í finalubólkinum: 

B36 - 9 stig. 
Eb/Streymur - 4 stig. 
Víkingur - 3 stig 
HB - 1 stig 

Dreingirnir, ið síggjast á myndini, eru: Standandi: Gilli Samuelsen, Ragnar Samuelsen og Tóki Joensen. Húkandi: Hannes Agnarsson, Hugin Samuelsen og Karl Martin Olsen. Liggjandi: Rói Mørk Hentze

 

Komandi dystir

Komandi dystir

-----------------

Betrideildin, menn

 Tórsvøllur

Hósdagin 06. august - kl. 18:00

  -----------------

1. deild menn

Mikudagin 05. aug - kl. 19:00

07 Vestur - B36

  -----------------

Betri deildin kvinnur

Sunnudagin 09. aug - kl.

B36 - ÍVB

Gjald limagjaldið 2020 her !

Støðan í Betri-deildini

Hvør var dagsins spælari, B36-ÍF 2-0?
 

Leinkir

 

Keyp árskort 2020 her :

 

Keyp B36 bókina her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan