B36-liðini

Stuðlar

Høvuðsstuðul hjá B36


Stuðlar hjá B36

 
  

 

 

  

 

     

             



Designed by:
SiteGround web hosting Joomla Templates

Næsta ár taka vit KÍ
Týsdagur, 28. august 2012 12:13

Jógvan Arge, formaður í mentamálanevndini hjá Tórshavnar kommunu, er ikki í iva um, at kvinnusteypið um eitt ár finnur vegin fram til B36-húsið

 

 

Niðanfyri prenta vit røðuna, sum Jógvan helt á steypatiltakinum, sum ungdómsnevnd okkara skipaði fyri leygardagin.

 

- Vit havnarfólk verða argað við, at her er altíð so kjaftsvart í mjørka. Tað nívir okkum nú ikki. Heldur gleðir tað okkum, at skal sólin skína aðrastaðni í Føroyum, so mugu vit taka nakrar mjøkadagar upp á okkum her. Tað gera vit fegin – men bara til eitt vist, sjálvandi.
Nú hava sólirnar skinið á Tórsvølli í fleiri dagar – ikki minst hesi seinastu kvøldini. Fríggjakvøldið upplivdu vit, at bæði havnarfeløgini fóru avstað við steypasigrunum – U17 genturar hjá HB og U18 unglingarnir hjá B36. Vit kunna longu í dag siga, at hetta verða sólir, sum fara at skína á okkara fótbóltshimni.
Tit B36-unglingar hjartaliga til lukku við sigrinum. Eg skilti, at tað, sum rættiliga setti tykkum í gongd, var misnøgd við eina dómaravgerð. Tað er í fínasta lagi at svara aftur við at vinna bæði steyp og gull. Betri kann tað neyvan gerast. Og á henda hátt skínur sólin bæði á tykkum og fótbóltin.

Kvinnurnar komnar fyri seg
Í dag hevur B36 havt ikki minni enn tvey lið av sólstrálum millum finalistarnar á tjóðarvøllinum. Stuttligt er, at U14 genturnar roynast so væl, tí hetta er framtíðin, sum felagið skal byggja á. Gentunar spældu jú javnt í vanligu spælitíðini móti KÍ, sum hevur so stoltar tradisjónir á kvinnusíðuni.
Tykkara unga 1. kvinnulið, sum var í finaluni móti teimum leingi altráðandi føroyameistarunum, skakaði kvinnurnar hjá KÍ hesaferð, og næstu ferð fara tit at vinna. Alt tilsaman sigur hetta okkum, at kvinnufótbólturin í B36 er komin fyri seg aftur, og tað er fyri neyðini.
Fyri fótbóltsfeløgini og føroyskan fótbólt sum heild hugsi eg, at tað er týdningarmikið, at dentur verður lagdur á fótbólt bæði fyri dreingir og gentur. Hetta skapar eitt livandi felag og eitt betri samansett fótbóltsumhvørvi - ikki minst sosialt. Skilji, at hesum setningi arbeiða tit í B36 tilvitað við. Tað mugu tit endiliga halda fram við.
Tað er eisini gleðiligt at síggja stevnumið tykkara, har dentur verður lagdur á ta sera týdningarmiklu funktión, sum fótbólturin og felagslívið eiga at hava fyri okkum sum menniskju, ikki minst fyri tykkum ungu.

Bíða eftir monnunum
Góðu tit í B36. Vit vita, hvussu stórt arbeiði liggur í at reka eitt fótbóltsfelag við fleiri hundrað leikarum og tíggjutals liðum í øllum aldursbólkum. Karmarnir her í Gundadali eru ikki so galnir, og teir eru bøttir munandi við nýggja graslíkinum á Tórsvølli. Tað fer sjálvandi eisini at síggjast aftur hjá tykkum.
Eg fari – sum ein góður HBari við virðing fyri B36 – at ynskja tykkum alt tað besta í komandi tíðum. Fari eisini, um ikki at krevja, so inniliga at vóna, at okkara trøllvaksnu menn koma út úr skápunum og fram aftur í sólina. Tí tað er umráðandi , at høvuðsstaðurin verður umboðaður næstu ferð, vit koma til Løgmansfinalu á Tórsvølli, gjarna við báðum finalistunum.

Takk fyri góðar dagar og dystir.”

 

 

 

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Betrideildin menn

   
  Gundadaur

B36 - AB

Sunnudagin 26/05 - kl. 15.00

  -----------------

1. deild menn

B36 - B71

Leygardagin 25/05 - kl.16:30

  -----------------

U21

  -----------------

Betri deildin kvinnur

EBstr/Skála - B36

Sunnudagindagin 26/05 - kl

Gjald limagjaldið 2019 her !

Støðan í Betri-deildini

Hvør var dagsins maður, Skála-B36 1-2?
 

Leinkir

Keyp B36 bókina her :

 

Árskort 2019 - keyp her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan