B36-liðini

Stuðlar

Høvuðsstuðul hjá B36


Stuðlar hjá B36

 
  

 

 

                          

 

     

             



Designed by:
SiteGround web hosting Joomla Templates

John og Mikkjal skulu venja B36

Tveir fyrrverandi B36- og landsliðsprofilar, skulu hava ábyrgdina av besta mansliðnum hjá B36 komandi tvey árini

 

 

B36 hevur sett teir báðar fyrrverandi landsliðsprofilarnar í starv sum høvuðsvenjarar hjá besta mansliðnum hjá felagnum. Hartil skulu teir báðir eisini virka sum sambindingarliður í menningini av ungdómsspælarunum hjá B36.

- Tað er ein sannroynd, at vit ikki hava verið nóg dugnalig til at ment okkara egnu spælarar til tað, sum krevst í fremstu røð í føroyskum fótbólti. Mikkjal og John eru báðir stórir profilar í felagnum. Teir kenna væl felagið og tað arbeiði, sum longu verður gjørt, og saman við eini umskipaðari ungdómsnevnd verða teir nú eisini við til at betra talentmenningina í felagnum. B36 skal sjálvandi framvegis vera eitt felag, har rúm er fyri øllum, men samstundis hava vit eitt ynski um at betra menningina av okkara egnu elitu.

- Hartil er talan um eitt venjarapar, sum í stóran mun hevur sín samleika í felagnum. John Petersen, sum annars er av Skála, spældi við B36 frá 1997 til 2004, meðan Mikkjal Thomassen var partur av liðnum frá 1998 til 2007, sigur Sámal Ímundarson, formaður í B36.

Hóast nýggju venjararnir eru hampuliga ungir, so er talan ikki um nakað óroynt par, sum nú tekur við stýrisvølin í B36.

John Petersen, sum er 38 ára gamal hevur staðið A-útbúgvingina hjá FSF, og hann hevur virkað sum hjálparvenjari hjá A-landsliðnum, umframt at hann í hálvtannað ár var venjari hjá Skála.

35 ára gamli Mikkjal Thomassen var í fyrraárið høvuðsvenjari hjá B36. Hann hevur í heyst tikið T-1 venjaraskeiðið hjá DBU, og ætlandi fer hann í næstum undir A-partin av venjaraútbúgvingini.

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Eurropa League

  

Nomme Kalja - B36

A. Le Coq Arena, hósdagin 29.06.17 - kl. 17:30

-----------------

1. deild menn

22.07.17 -  kl.

Víkingur - B36

-----------------

1. deild kvinnur

Í Gundadali 06.08.17 -  kl.

HB - B36

Støðan í Effo-deildini

Gjald limagjaldið 2017 her !

Tín meining

Hvør var dagsins maður, EB/Streymur-B36 1-2?
 

Leinkir

Intersport Summar Cup 2017

 

B36 á Facebook

 

B36 á Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan