B36-liðini

Stuðlar

Høvuðsstuðul hjá B36


Stuðlar hjá B36

 
  

 

 

  

 

     

             



Designed by:
SiteGround web hosting Joomla Templates

Jákup tekur eitt ár afturat
Leygardagur, 08. august 2020 13:25

alt

Venjarin, sum í meðal hevur avrikað best av øllum, verður eisini høvuðsvenjari hjá B36 í 2021

 

Jákup tekur eitt ár afturat

 

Venjarin, sum í meðal hevur avrikað best av øllum, verður eisini høvuðsvenjari hjá B36 í 2021

 

Kanska mest týdningarmikli brikkurin av øllum í putlispælinum, sum støðugt verður lagt fyri komandi tíðina, er nú komin upp á pláss.

Jákup á Borg hevur nevnliga sett sítt navn á sáttmála, sum knýtur hann og B36 at hvørjum øðrum til árslok 2021.

Heldur órógvaða kappingin í ár hevur havt við sær, at tað hevur tikið sína tíð, áðrenn tað veruliga er komið gongd á ymsu samráðingarnar, og her var kanska týdningarmesti spurningurin, hvør skuldi standa sum høvuðsvenjari næsta ár.

- Vit umrøddu málið saman við Jákupi. Í samráð við venjaran sjálvan tosaðu vit fyrst við umboð fyri hópin, og her vóru greiðu boðini, at teir høvdu ilt við at peika á nakran annan venjara her á landi, sum á sama hátt kundi leiða hópin móti komandi málum.

- Tí var tað sjálvsagt, at vit fóru í samráðingar við Jákup, og tað er gleðiligt, at vit nú eru komin á mál við hesum, sigur Magni V. Mouritsen, formaður í B36.

Fleiri hildu tað kanska vera váðið, tá vit í 2017 fluttu Jákup beinleiðis í høvuðsvenjarasessin, eftir at hann í mong ár hevði verið lyklaspælari hjá okkum, men úrslitini tala fyri, at hetta var ein røtt avgerð.

Tey trý árini, sum hann higartil hevur fullført sum venjari, hevur Jákup á hvørjum ári  verið við til at vinna heiðursmerki í bestu deildini, og tvær steypafinalur er tað eisini blivið til, harav minniliga finalan í 2018 sjálvandi varð vunnin.

2018 var eisini árið, har vit tvær ferðir vunnu okkum víðari í europiskum høpi, og køldu hagtølini staðfesta eisini, at Jákup skal roknast millum fremstu venjararnar her á landi. Higartil hevur hann staðið á odda fyri besta mansliðnum í 97 dystir, og hava hesir givið eina úrtøku upp á 201 stig. Tað gevur eitt meðal upp á nærum 2,1 stig fyri hvønn dyst yvir eitt fýra-ára tíðarskeið, og tað eru tøl, sum eingin annar venjari her á landi kann vísa á.

 

Komandi dystir

Komandi dystir

-----------------

UEFA Europa League 3rd round

Bulgarian Army Stadium

Hósdagin 24. sept - kl. 18:00

  -----------------

1. deild menn

B36 - B71

Týsdagin 22. sept - kl.

  -----------------

Betri deildin kvinnur

ÍVB - B36

Sunuudagin 27. sept - kl.

Gjald limagjaldið 2020 her !

Støðan í Betri-deildini

Hvør var dagsins maður, B36-AB 3-0?
 

Leinkir

 

Keyp árskort 2020 her :

 

Keyp B36 bókina her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan