Onki Intersport Summar Cup í ár

Eftir ætlan skuldi sjeynda útgávan av Intersport Summar Cup haldast í Gundadali 4. og 5. juli 2020, men støðan við koronasmittuni hevur gjørt, at tað seinastu tíðini hevur verið ivamál um, hvørs møguleiki er at fyriskipa kappingina í ár.

Eftir at vit hava samskift við koronaráðgevingina mugu vit tíverri staðfesta, at tað verður ikki møguligt at fyriskipa kappingina í summar.

Vit harmast sjálvandi um hetta, men heilsustøðan hjá hvørjum einstøkum hevur sjálvandi okkara hægstu raðfesting.

Komandi tíðina koma vit at seta okkum í samband við tey, ið hava tilmelda seg, um at fáa luttøkugjaldið endurgoldið.

Vit vóna at kunna bjóða øllum til Intersport Summar Cup 2021 í juli komandi ár.