Venjingarsteðgurin longdur til 4. mai

 

Í gjár boðaði Fótbóltssambandið feløgunum frá, at venjingarsteðgurin hjá børnum og ungum er longdur fram til 4. mai 2020, tá FSF kemur við eini coronavegleiðing fyri barna- og ungdómsfótbólt.
Sagt verður somuleiðis, at kappingarnar hjá børnum og ungum í fyrsta lagi byrja um mánaðarskiftið mai/juni 2020

B36 hevur sjálvandi tikið tilráðingina til eftirtektar. Venjingarsteðgurin hjá ungdómsdeildini verður tí longdur fram til 4. mai 2020, tá nýggj boð væntast at koma.