Í samráð við heilsumyndugleikarnar, hevur Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya tikið avgerð um, at allar kappingar, fyriskipaðar av FSF í apríl mánað, fyribils eru útsettar.

Sostatt verða ongir dystir í lands- og steykappingunum spældir áðrenn 1. mai 2020. Hetta er galdandi fyri bæði vaksnamanna- og barnafótbólt.

Kappingarnevndin boðar samstundis frá, at feløgini, umframt allar fótbóltsføroyar frætta aftur, tá nýtt tilmæli frá myndugleikunum fyriliggur, við kunning um, nær ráðiligt er at byrja kappingarnar, og hvør kappingarætlanin síðani verður.

 

B36 boðar samstundis frá, at venjingarsteðgurin í felagnum er longdur

Nú mynduleikar hava kunngjørt, at tiltøkini í sambandi við Corona-umfarssóttina verða longd, hevur B36 sjálvandi tikið hetta til eftirtektar,

og tí er venjingarsteðgurin í felagnum longdur til og við 2. páskadag (13. apríl).

B36-húsið er somuleiðis stongt fyri øllum hetta tíðarskeiðið.
Um tað verða nakrar broytingar, verður hetta kunnað sum skjótast.

Nevndin í B36