B36-liðini

Stuðlar

Høvuðsstuðul hjá B36


Stuðlar hjá B36

 
  

 

 

  

 

     

             



Designed by:
SiteGround web hosting Joomla Templates

Meinhard aftur í B36
Hósdagur, 05. marts 2020 07:19

alt

 

B36 og Meinhard Egilsson Olsen hava skrivað avtalu, sum knýtir partarnar saman í 2020

 

B36 og Meinhard Egilsson Olsen hava skrivað avtalu, sum knýtir partarnar saman í 2020

Meinhard Olsen spældi við okkum í 2017 og 2018, og orkufullu og álosphugaði spælarin var ein av avgjørdu áskoðarafavorittum okkara.

Seinasta árið hevur hann roynt seg í Kristiansund í Noreg, men nú gongur leiðin aftur til Føroyar og Gundadal. Tað er nevnliga staðfest, nú Meinhard og B36 hava skrivað undir sáttmála.


- Eg treivst sera væl, tá eg var í felagnum í 2017 og 2018. Her eru nógv góð fólk, og tíðin í felagnum gav mær eisini nógvar góðar vinmenn, sum eg eri fegin um at hitta aftur. Eisini eru áskoðararnir her nakað, sum eg var sera fegin um, og eg bæði vóni og vænti, at tey møta eins væl upp til bæði heima- og útidystir, sum tey plagdu at gera, sigur Meinhard E. Olsen.


- Ítróttarliga er B36 eisini væl fyri. Í fjør gekk tað akkurát ikki, men eg vóni, at eg kann geva mítt íkast við bæði málum og góðum spæli, soleiðis at vit klára at lyfta okkum allar seinasta pettið. Eg eri framvegis svangur, og eg vil fegin prógva meg her í Gundadali, sigur Meinhard E. Olsen, sum í morgun var partur av hópinum hjá B36, tá vikuliga morgunvenjingin var á skránni.


Og sjálvandi var tað eisini ein fegin formaður, sum setti sína undirskrift á nýggjasta sáttmálan,
- Meinhard var ein fongur fyri okkum, tá hann seinast var í felagnum, og vit ivast onga løtu í, at vit við hesum hava fingið ein munagóðan styrk til hópin, sigur Magni Vatnhamar Mouritsen.

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Betrideildin, menn

Klaksvík

??

  -----------------

1. deild menn

Gundadalur

B36 - B68

??

  -----------------

U21

  -----------------

Betri deildin kvinnur

 

Gjald limagjaldið 2020 her !

Støðan í Betri-deildini

Leinkir

Keyp árskort 2020 her :

 

Keyp B36 bókina her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan