B36-liðini

Stuðlar

Høvuðsstuðul hjá B36


Stuðlar hjá B36

 
  

 

 

  

 

     

             



Designed by:
SiteGround web hosting Joomla Templates

B36 hevur fingið nýggjan formann
Hósdagur, 20. februar 2020 22:27

alt

Starvsnevndin hjá B36. Formaðurin, Magni V. Mouritsen er nr 4 frá vinstru

Aðalfundurin hjá B36 hevur verið í kvøld. Nýggjur formaður í B36 er Magni V. Mouritsen

 

B36 hevur í kvøld havt aðalfund, har m.a. nýggjur formaður bleiv valdur.

Uml 50 fólk møttu upp til aðalfundin hjá B36 í kvøld
Aðalfundurin byrjaði við at minnast Hugin Samuelsen, sum andaðist í fjør. Hugin var formaður í B36 i nøkur ár, umframt at hann legði lunnar undir ungdómsarbeiðinum í B36. Á vøllinum var hann eisini ein snilligur, sum fáur.

Síðani greiddi fráfarandi formaðurin, Jákup Mørk frá farna árinum, og eftir hetta bleiv roknskapurin fyri 2019 lagdur fram.

Fyri val í starvsnevndini stóðu Rolf og Sámal, og takkaðu teir báðir fyri seg eftir ávíkavist 7 og 10 ár í nevndini.

Í uppskot at koma í nevndina blivu Magni V. Mouritsen og Bogi Petursson Nielsen, og blivu teir valdir inn.

Nevndin skipaði seg eftir aðalfundin.
Formaður : Magni Vatnhamar Mouritsen
Næstformaður : Jákup Mørk
Kassameistari : Bogi Petursson Nielsen
Nevndarlimir : Anja Weyhe, Símun Grønadal. Steinbjørn Hardlei og Jákup Lamhauge
Umboð í nevnd vegna ungdómsdeildina : Ronnie Thomassen

Nevnast kann, at abbar hjá bæði fráfarandi og núverandi formonnum, vóru við til at stovna B36

 

 

Komandi dystir

Komandi dystir

-----------------

Betrideildin, menn

 Tórsvøllur

Hósdagin 23. juli - kl. 

  -----------------

1. deild menn

Sunnudagin 26. juli - kl. 

B36 - NSÍ

  -----------------

Betri deildin kvinnur

Sunnudagin 26. juli - kl. 

B36 - NSÍ

Gjald limagjaldið 2020 her !

Støðan í Betri-deildini

Hvør var dagsins maður, B36-KÍ 6-2?
 

Leinkir

 

Keyp árskort 2020 her :

 

Keyp B36 bókina her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan