B36-liðini

Stuðlar

Høvuðsstuðul hjá B36


Stuðlar hjá B36

 
  

 

 

  

 

     

             



Designed by:
SiteGround web hosting Joomla Templates

Menningarábyrgdari settur
Leygardagur, 18. januar 2020 15:37

alt

Áki Johansen er nýggjur menningarábyrgdari hjá B36

 

 

B36 er kent sum eitt felag, ið leggur dent á at geva sínum egnu ungu leikarum góðar møguleikar at bróta ígjøgnum á besta liðnum.

Felagið hevur nú avgjørt at skapa enn betri fortreytir fyri spælaramenningini, við at seta ein menningarábyrgdara í starv.

Menningarábyrgdarin hevur sum høvðusuppgávu at fyrireika ungar spælarar til vaksnamannafótbólt,

í tøttum samstarvi millum Betri-venjaratoymið og 1. deildar venjaratoymini øðrumegin, og U17 og U15 venjaratoymini hinumegin.

Ætlanin er ikki at menningarábyrgdarin skal hava ábyrgdina av nøkrum liði.

Í staðin skal hann saman við høvðusungdómsvenjara felagsins tryggja, at venjingartilboðini í felagnum eru á einum so høgum støði sum gjørligt.

Somuleiðis kemur menningarábyrgdarin at standa fyri meirvenjingstilboðum til elstu árgangirnar í ungdómsdeildini, eins og hann skal røkja aðrar uppgávur tengdar at leikaramenningini.

Áki Johansen hevur A-venjaraprógv og drúgvar royndir í føroyskum fótbólti.

Seinasta kappingarár tryggjaði hann FC Hoyvík uppflyting úr 2. deild, eins og hann í fleiri ár hevur vant U17 landsliðið.

Harumframt hevur Áki verið høvðusungdómsvenjari í B36 fyri nøkrum árum síðani.

Í B36 fegnast vit um at hava fingið júst tann rætta persónin til henda nýggja og týdningarmikla leiklutin, og vit gleða okkum til aftur at samstarva við Áka Johansen.

Á myndini eru: Áki Johansen, menningarábyrgdari og Ronnie Thomassen, formaður í ungdómsnevndini.

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Betrideildin, menn

Klaksvík

Sunnudagin 08. mars kl 15:00

  -----------------

1. deild menn

Gundadalur

Leygardagin 07. mars : B36 - B68

  -----------------

U21

  -----------------

Betri deildin kvinnur

 

Støðan í Betri-deildini

Leinkir

Keyp árskort 2020 her :

 

Keyp B36 bókina her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan