B36-liðini

Stuðlar

Høvuðsstuðul hjá B36


Stuðlar hjá B36

 
  

 

 

  

 

     

             



Designed by:
SiteGround web hosting Joomla Templates

Jónas Tór gevst
Mánadagur, 04. november 2019 10:21

alt

Ein royndur verjuleikari gevst við fótbóltinum

 

32 ára gamli høgri bakkur hjá B36, Jónas Tór Næs,  gevst við fótbóltinum

B36 skal fyrireika seg til eitt kappingarár uttan Jónas Tór Næs. 32 ára gamli høgri bakkurin hevur valt at gevast við fótbóltinum á hægsta stigi.

Hann hevur annars havt eitt gott kappingarár, har hann eisini er farin at skjóta mál. Hann hevur í ár skorað tvey mál í Betri dieldini, og eru hetta eisini einastu málini hjá honum í bestu deildini

Jónas Tór Næs hevur havt ein álvarsaman skaða í nakkanum, sum gjørdi at hann næstan ikki spældi í 2018.

Jónas hevur eisini verið drúgvur á A-landsliðnum, har hann hevur spælt ikki færri enn 56 landsdystir.

Sambært skrásetingini hjá Faroesoccer, so eru bara átta spælarar, sum hava spælt fleiri landsdystir fyri Føroyar.

Jónas Tór Næs hevur í fleiri førum spælt í feløgum uttanlands. Í Danmark hevur hann millum annað spælt við BK Frem, Fremad Amager og Køge BK.

Og í Íslandi hevur hann spælt fyri ÍBV og Valur.

B36 takkar Jónas fyri løtunar og innstatsin fyri B36 og alt tað besta framyvir

( upplýsingar og tekstur til grein er frá in.fo )

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Betrideildin, menn
 

  

Síggjast í 2020 :)

  -----------------

1. deild menn

Síggjast í 2020 :)

  -----------------

U21

Síggjast í 2020 :)

  -----------------

Betri deildin kvinnur

Síggjast í 2020 :)

Støðan í Betri-deildini

Leinkir

Keyp B36 bókina her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan