B36-liðini

Stuðlar

Høvuðsstuðul hjá B36


Stuðlar hjá B36

 
  

 

 

  

 

     

             



Designed by:
SiteGround web hosting Joomla Templates

Hugin Samuelsen farin
Fríggjadagur, 06. september 2019 21:25

Á vøllinum var hann sannur bóltsnillingur, og uttan fyri strikurnar legði hann lunnar undir ungdómsarbeiðið hjá B36. Hugin Samuelsen andaðist í gjár, 73 ára gamal

 

Í seksti- og sjeytiárunum varð Hugin Samuelsen roknaður millum mest gávaðu spælararnar, sum Føroyar áttu. Tað var enntá upp á tal, at hann skuldi uttanlands at spæla, men ein keðiligur skaði steðgaði tó fótbóltinum – í øllum førum á vøllinum.

Tí uttan fyri vøllin var hann ein hollur stuðul hjá B36. Tá Alli Hansen legði frá sær sum formaður í 1974, var tað Hugin, sum tók við. Tá var B36 ikki longur í toppinum av føroyskum fótbólti, og Hugin legði alt fyri eitt dent á, at ungdómsarbeiðið í felagnum skuldi skipast betur, soleiðis at vit við tíðini aftur kundu kappast heilt frammi í oddinum.

Tað tók sína tíð, men hóast tað ikki var fyrr enn í 1997, at vit aftur vunnu eitt FM-heitið í fremstu mansdeildini, so er eingin sum helst ivi um, at tey fræ, sum Hugin var við til at sáa, framvegis eru lunnarnir undir góðu avrikunum hjá B36.

Hugin arbeiddi í fleiri ár hjá Einars Prent og Einars Offsett, og eisini var hann nakrar túrar til skips og í starvi hjá Skipafelagnum.

Seinnu árini hevur Hugin drigist við sjúku, og í gjár fór hann handan sýn. Við hesum misti B36 ein av fremstu hugsjónarmonnum felagsins, men eingin ivi er um, at tað, sum hann legði lunnar undir, framvegis livir sítt fríska lív í Gundadali.

Ærað verið minnið um Hugin Samuelsen.

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Betrideildin, menn
 

  

Síggjast í 2020 :)

  -----------------

1. deild menn

Síggjast í 2020 :)

  -----------------

U21

Síggjast í 2020 :)

  -----------------

Betri deildin kvinnur

Síggjast í 2020 :)

Støðan í Betri-deildini

Leinkir

Keyp B36 bókina her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan