B36-liðini

Stuðlar

Høvuðsstuðul hjá B36


Stuðlar hjá B36

 
  

 

 

  

 

     

             



Designed by:
SiteGround web hosting Joomla Templates

240 dystir og 1395 mál
Mánadagur, 08. Juli 2019 09:28

alt

Í vikuskiftinum var sætta útgávan av Intersport Summar Cup

 

Í vikuskiftinum var sætta útgávan av Intersport Summar Cup 2019 á skránni. 103 lið tóku lut í kappingini og ikki færri enn enn 240 dystir vóru avgreiddir í Gundadali og á Hoyvíksvøllinum leygardagin og sunnudagin. Í teimum 240 dystinum vóru samanlagt skoraði 1395 mál, ið gevur eitt miðal á 5,8 mál pr. dyst, tí kann ikki sigast annað enn, at kappingin var sera málrík.

- Kappingin gekk sum heild sera væl, siga fyriskipararnir úr B36. Lagt verður aftrat, at serliga kappingarskipanina hjá teimum yngri hevur verið ein avbjóðing undanfarnu ár, men í ár vóru nakrar broytingar gjørdar, ið eydnaðist væl, og tí gekk kappingin nógv betur.
 
Tað vóru ikki bert føroysk lið, ið tóku lut í kappingini. Danska felagið B1903 (ið er partur av FC København) luttóku við tveimum liðum hjá U13 dreingjum, meðan Racing Club de Montevideo úr Uruguay tóku lut í kappingini hjá U15 dreingjum. Tað vóru tó føroysku liðini, ið endaði við gullinum í øllum aldursbólkum, meðan eina liðið hjá B1903 vann bronsu í U13 og Racing Club de Montevideo vann silvur í U15 kappingini hjá dreingjum.
 
- Tað er allarhelst ongin ivi um, at Intersport Summar Cup er komi fyri at vera, siga fyriskipararnir at enda, og vísa á, at dato fyri Intersport Summar Cup 2020 er longu ásett og tað verður 4. og 5. juli 2020.
 
Úrslit og yvirlit yvir vinnarar er at finna her: https://www.procup.se/cup/32989.htm
 
Fleiri myndir frá kappingini eru at finna á facebook síðuni hjá Intersport Summar Cup: https://www.facebook.com/adidassummarcup/photos
 
- Intersport Summar Cup / B36

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Betrideildin, menn
 

  

Síggjast í 2020 :)

  -----------------

1. deild menn

Síggjast í 2020 :)

  -----------------

U21

Síggjast í 2020 :)

  -----------------

Betri deildin kvinnur

Síggjast í 2020 :)

Støðan í Betri-deildini

Leinkir

Keyp B36 bókina her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan