B36-liðini

Stuðlar

Høvuðsstuðul hjá B36


Stuðlar hjá B36

 
  

 

 

  

 

     

             



Designed by:
SiteGround web hosting Joomla Templates

Ein trúgvur stuðul farin
Týsdagur, 04. desember 2018 16:23

alt

John Hansen, sum var býarmynd í Gundadali, andaðist fríggjadagin, 82 ára gamal

 

Tey, sum á ein ella annan hátt hava tilknýti til B36, hava so ella so eisini sítt tilknýti til John og Helenu Hansen.

John var ættaður av Nesi. Barnaárini var einki, sum æt fótbóltur har á leiðini, og sjálvur plagdi hann at taka til, at tað var stórt spell: “Hyggur tú at eftirkomarunum hja mær, so er einki at ivast í, at eg hevði verið eitt stórt talent”, plagdi hann at taka til.

Ístaðin fór hann sum smádreingir flest á sjógvin, sum var hansara arbeiðspláss størra partin av lívinum.

John giftist Helenu, sum eisini er av Toftum. Tey bæði búsettust í Havn, og her hevur B36 rúgvað sín stóra part av tilveruni. Ikki minst, tí tey eisini eru foreldur at Tummas Eli og Jens Kristian, sum báðir teljast millum heilt stóra fótbóltkempurnar í felagssøgu okkara.

John var at kalla øll arbeiðsárini á sjónum. Undantakið var eitt stutt tíðarskeið, tá hann seldi máling, men í aðrar mátar var sjógvurin hansara arbeiðspláss í hálva øld. Men var hann á landi, so var hann eisini at síggja í Gundadali – og so var líkamikið, um tað var til venjing ella dyst. Ikki minst eftir at B36-húsið varð tikið í nýtslu í 1991 tá vit eisini fingu umstøður til cafeteria. Har tóku John og Helena síni stóru tøk, og tað fór einki venjingarkvøld framvið, uttan at spælarar og onnur høvdu møguleika at sita eina hugnaløtu við einum kaffikrússi og onkrum góðum afturvið. 

Væl varð fylgt við, og tað var ikki bert við børnum og abbabørnum, at John hevði eyguni. Hann kendi hvønn sum ein á fremstu liðum okkara við navni, eins væl og allar liðfelagar á yngru liðunum, har hann fylgdi við. Og tað treyt ongan tíð við góðum ráðum um, hvat kundi og skuldi gerast betri. Ja, sjálvt tá synirnir báðir trappaðu niður og heldur royndu seg í lægri og eldru deildum, var John fastur á áskoðaraplássunum.

John var giftur Helenu, og saman høvdu tey børnini Heidi, Tummas Eli og Jens Kristian. Abbabørnini eru 10 í tali, og eisini untist honum at gerast langabbi.

Tað er ikki ov nógv sagt, at Hansen-húskið hevur verið B36 ein óvanliga drúgvur og trúgvur stuðul. Á vøllinum er nógv avrikað, og ikki er minni avrikað uttan fyri vøllin, har praktiskar uppgávur av alla handanna slag hava verið – og framvegis verða – loystar.

Friður veri við minninum um John Hansen.

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Betrideildin

  
  Síggjast aftur í 2019

  -----------------

2. deild menn

 Endaði nr 2. og flytir upp í 1. deild :)

  -----------------

Betri deildin kvinnur

Síggjast aftur í 2019

 

Støðan í Betri-deildini

Leinkir

Keyp B36 bókina her :

 

Árskort 2019 - keyp her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan