B36-liðini

Stuðlar

Høvuðsstuðul hjá B36


Stuðlar hjá B36

 
  

 

 

  

 

     

             



Designed by:
SiteGround web hosting Joomla Templates

Erling Dávidsson til B36
Fríggjadagur, 09. november 2018 11:31

alt

28 ára gamli gøtumaðurin verður nú partur av verjuni hjá B36

 

Erling hevur øll árini undan hesum spælt við GÍ og Víkingi, har hann tilsamans hevur spælt 279 dystir fyri besta mansliðið har á leiðini. Teir allar flestu av dystunum sum miðverji ella vinstri bakkur. Eisini hevur hann fimm dystir á føroyska A-landsliðnum umframt hópin av U-landsdystum.

Í fjør var Erling á sjónum, men ætlanin hevur alla tíðina verið at spæla fótbólt, tá hann aftur kom á land, og so kunnu vit bara fegnast um, at hetta verður í B36.

- Fyrst og fremst, so tykist tað, sum er B36 eitt sunt og væl rikið felag, og tað er avgjørt høvuðsorsøkin til valið, sigur Erling Dávidsson, sum leggur afturat, at hann gleðir seg til nýggju avbjóðingina.

- Men tað var ikki bara ein løtt avgerð. Eg havi altíð spælt við Víkingi, so sjálvandi varð nógv vigað aftur og fram, áðrenn eg tók avgerðina. Men eg búgvi í Havn, og við tveimum smábørnum er ikki altíð líka lætt at brúka nógvar tímar til ferðing hvørja viku.

Hóast hann hevur verið á sjónum størsta partin av farna kappingarári, so heldur Erling, at venjingarstøðan er á eini leið.

- Eg havi ikki bara ligið í dvala, men havi eisini runnið nakað. Tað er sjálvandi ikki tað sama, sum tá spælt verður á vøllinum, men enn eru nakrir mánaðir, áðrenn kappingin fer ígongd. So eg rokni við, at eg til ta tíð eru í somu venjingarstøðu sum nýggju liðfelagar míni, sigur Erling Dávidsson.

 

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Betrideildin

  
  Síggjast aftur í 2019

  -----------------

2. deild menn

 Endaði nr 2. og flytir upp í 1. deild :)

  -----------------

Betri deildin kvinnur

Síggjast aftur í 2019

 

Støðan í Betri-deildini

Leinkir

Keyp B36 bókina her :

 

Árskort 2019 - keyp her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan