B36-liðini

Stuðlar

Høvuðsstuðul hjá B36


Stuðlar hjá B36

 
  

 

 

  

 

     

             



Designed by:
SiteGround web hosting Joomla Templates

Rimmar upphiting í Gundadali
Hósdagur, 23. august 2018 12:59

Bæði vit og grannarnir hava sett okkum fyri, at leygardagurin verður veitsludagur. Frá klokkan 15 er rimmar felags upphiting er á skránni, og sjálvandi hava vit eisini nakað til okkara egnu fjepparar

 

Talan verður um rimmar steypavikuskifti hjá okkum. B36 er partur av ikki færri enn fimm finalum, og longu fríggjadagin leggja vit fyri, tá U18-genturnar skulu í eldin.

Leygardagin spæla U15-dreingir, U15-gentur, U17-dreingir og at enda besta mansliðið, og tað er ikki frítt, at spenningurin er stórur undan finalunum.

Til mansfinaluna er útselt á Tórsvølli, so karmarnir eru í topp, tá vit bresta saman við grannunum úr HB.

Og hetta verður eisini markerað uttan fyri vøllin. So skjótt, sum tað var greitt, at finalan eisini verður grannauppgerð, avráddur B36 og HB, at partur av degnum verður skipaður sum felags upphiting. Eitt hugskot, sum Tórshavnar Kommuna eisini hevur tikið undir við og stuðla.

Soleiðis verður ovari vøllur í Gundadali umskipaður til stórt upphitingarøki, har børn og barnsligar sálir kunnu finna sær nógvan stuttleika. Eitt nú við hoppiborgum, boing-bóltum, myndatøkum v.m.

Heimavøllurin hjá feløgunum til upphitingina verður so á parkeringsøkinum framman fyri høvuðsdyrnar og sjálvandi í húsunum báðum, og eisini her hava vit nógv at bjóða.

Til ber at keypa sær pylsur, pizza og sjálvan ræstkjøtaburgaran. Inni í húsinum verður andlitsmáling, sølu av troyggjum og skreytlutum annars, kaffi og øðrum góðum, umframt at nakað av live-tónleiki eisini er á skránni. B36-húsið letur dyrnar aftur klokkan 19, tá farið verður á Tórsvøll, og klokkan 19.45 byrjar so tað, sum á pappírinum líkist ársins dysti í føroyskum fótbólti 2018.

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Betrideildin


    sunnudagin 23. sept kl. 17:15

  -----------------

2. deild menn

 B36 - Víkingur - leygard. 22.09 kl.17:00

  -----------------

U21 dreingir

 B36 - EB/Str -  sunnud 23.09 kl. 19:00

-----------------

Betri deildin kvinnur

B36 -HB - sunnud. 23.09 kl.12:30

 

Støðan í Betri-deildini

Gjald limagjaldið 2018 her !

Tín meining

Hvør var dagsins maður, NSÍ-B36 1-2?
 

Leinkir

Keyp B36 bókina her :

 

Intersport Summar Cup 2018

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan