Hava rundað 50 lið |
Mánadagur, 30. apríl 2018 11:22 |
Prísurin fyri at luttaka á Intersport Summar Cup hækkar á miðnátt 30. apríl 2018
Hava rundað 50 lið!
Fyrireikingarnar til ársins fótbóltstiltak, Intersport Summar Cup 2018, eru nú av álvara byrjaðar, so tað verður klárt at bjóða øllum vælkomin í vikuskiftinum 7. og 8. juli 2018.
- Vit hava rundað 50 tilmeldingar og koma tað dagliga fleiri og fleiri tilmeldingar, sigur Andrass Thomsen, høvuðsfyriskipari. Hann leggur aftrat, at tilmeldingar deila seg rímiliga javnt millum ymsu árgangir, samstundis sum tað er talan bæði gentu og dreingja lið.
Sum nakað nýtt, so verður Intersport Summar Cup í ár yvir tveir dagar hjá U11, U13 og u15. Hetta ger, at teirra dystir koma vera longri og spældir á størri vølli.
Ikki bert føroysk lið eru millum tey, ið hava boða frá luttøku, tí bæði lið úr Danmark og Noreg koma hendan vegin í juli fyri at luttaka í Intersport Summar Cup 2018.
- Útlendsku liðini eru vónandi við til at gera kappingina enn meira spennandi hjá føroysku luttakarnum, sigur Andrass Thomsen. Hann leggur tó aftrat, at fyrireikingarnar í samband við luttøkuna hjá útlendsku liðinum eru væl meira krevjandi.
Bæði føroysk og útlendsk lið hava møguleika at bíleggja gisting í samband kappingina, har gist verður í Argja Skúla frá fríggjadegnum 6. juli 2018 til sunnudagin 8. juli.
Kostnaðurin fyri luttøku hækkar á miðnátt 30. apríl 2018, so nú er at gera skjótt av og melda til. |
Komandi dystir
Komandi dystir
Betrideildin
Klaksvíkskappingin
Víkingur - B36
Leygardagin 23/02 - kl 13:00
-----------------
1. deild menn
-----------------
Betri deildin kvinnur
Støðan í Betri-deildini
Leinkir
Keyp B36 bókina her :
Árskort 2019 - keyp her :
B36 á Facebook og Instagram
Leiga B36 húsið
B36 FAN SHOP
Føroysk fótbóltshagtøl