Limadagur & Grannkaffi 14. mars |
Fríggjadagur, 02. marts 2018 10:47 |

Mikudagin 14 mars verður stórur limadagur í Gundadali
Limadagurin & Grannakaffi 14. mars!
Mikudagin 14. mars 2018 “kick-starta” vit kappingarárið við einum stórum lima- og B36-degi í Gundadali fyri barna- og ungdómsdeildina
Frá kl. 16.30 til 17.30 er møguleiki at fáa avgreitt limagjaldið í felagshúsinum. Vit heita tó á, at hetta verðuravgreitt áðrenn umvegis heimsíðu felagsins. Leinkja til hesa er á høgra bredda á heimasíðuni.
Sjálvur limadagurin byrjar kl. 17.00, har tey, sum hava avgreitt limagjaldið, fáa eina flotta B36 t-shirt og drekkidunk. Síðani verður ein stuttlig venjing saman við 1. lið hjá monnum og kvinnum á skránni, har øll børnini sleppa at venja saman við 1. liðsleikarnum hjá B36.
Aftaná venjingina er møguleiki at taka myndir og fáa autografar frá leikarnum. Eisini bjóðar felagið frukt , pizza-sniglar og sunkist til børnini.
Meðan venjingin er á skránni bjóðar ungdómsdeildin hjá B36, í samstarv við Krabbameinsfelagið, til Grannakaffi í B36 húsinum.
Les meira um hetta á: https://www.facebook.com/grannakaffi.
Limadagurin endar umleið kl. 19:00.
Eru spurningar ella ivamál viðvíkjandi limagjald ella limadegnum kunnu tit senda ein teldupost til
Hesin teldubústaðurin er vardur móti skipanum, ið savna teldubústaðir. Tú skalt aktivera javascript fyri at síggja bústaðin.
.
Stuðla limadegnum hava Betri og Pizza 67. |