B36-liðini

Stuðlar

Høvuðsstuðul hjá B36


Stuðlar hjá B36

 
  

 

 

                          

 

     

             



Designed by:
SiteGround web hosting Joomla Templates

Fótbóltur fyri øll
Mánadagur, 25. september 2017 16:49

alt

Mikudagin verður fótbóltur fyri øll í Gundadali

 

Fótbóltur fyri øll í Gundadali!

 

Komandi viku verður fokus sett á Grassroots fótbóltin kring alt Evropa. Tí verður hesa vikuna skipað fyri tiltøkum kring alt Evropa undir heitinum "Fótbóltur fyri øll"

 

Tað er bert hugflogið, ið avmarkar, hvussu tiltøkini verða fyriskipað. Felags endamálið er tó, at øll skulu hava tað gott og stuttligt saman við bóltinum. Tí bólturin kann vera við til at fáa fólk at samstarva, at kýta seg, at røra seg, at flenna, at kappast, at harmast, at gleðast, at bróta niður forðingar, ja, at koma hvørjum øðrum við.

 

Mikudagin 27. september 2017 frá kl. 16.30 til 18.00 skipa HB og B36 fyri einum stórum fótbóltstiltakið í Gundadali. Á báðum vøllunum í Gundadali fara vit at seta upp eina rúgvu av smærri fótbóltsvøllum og bjóða vit tí øllum føroyingum í Gundadal at sparka fótbólt og hugna sær saman. Møguleiki verður at spæla fótbólt á sindur ørðvísi hátt, eitt nú við mega bóltið. Eisini verður møguleiki at royna sína dygdir á ferðmátara, dribli bana og skot veggi.

 

Vit vóna at síggja bæði børn, foreldur, ommur, abbar, systkin og øll onnur, ið tíma spæla fótbólt, í Gundadali hendan dagin, og sjálvandi vilja vit hjartans fegin síggja bæði børn, ung og eldri frá øllum feløgunum í Tórshavn.

 

Tað er ókeypis at luttaka.

 

 

Ársveitslan 2017

Ársveitslan hjá B36 verður

28 oktober 2017

Keyp atgongumerki til ársveitsluna her :

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Effo deildin

 
  HB - B36

 20.10.17 - kl. 15:15

-----------------

1. deild menn

19.10.17 -  kl. 18:30

 B36 - NSÍ

-----------------

1. deild kvinnur

Síggjast aftur í 2018 :)

 

Støðan í Effo-deildini

Tín meining

Hvør var dagsins maður, B36-KÍ 1-3?
 

Leinkir

B36 á Facebook

 

B36 á Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan