B36-liðini

Stuðlar

Høvuðsstuðul hjá B36


Stuðlar hjá B36

 
  

 

 

                          

 

     

             



Designed by:
SiteGround web hosting Joomla Templates

Trý stig á ólavsøku
Leygardagur, 29. Juli 2017 13:42

alt

Mynd : Jóanis Albert Nielsen / JN.fo

Vit hanga í og hyggja uppeftir

 

Dystir á ólavsøku eru ikki at forsmáa.

Nógv fólk og gott lag er siðvenja, og soleiðis var tað eisini í gjár, ólavsøkuaftan, nú 07 Vestur, sum er á næstaftasta plássi í Effodeildini, var á vitjan í Gundadali.

Eftir tríggjar sigrar á rað var ætlanin sum vera man at halda fast í sigursrøðini, sum fyribils heldur okkum í sambandi við oddan og so avgjørt eisini inni í kappingini um evropeisku plássini.

Gestirnir úr Vágum vóru ikki at kimsa at fyrstu løtuna. Teir sendu nakrar bóltar fram til vandamikla framherjan, Ken Fagerberg, men tíbetur vóru okkara menn hjá honum og fingu hildið honum í nóg stuttum snóri, soleiðis at hann ikki slapp fram at málinum.

Eftir eina heldur slaka byrjan, har nøkur innlegg vóru vandamiklastu royndirnar, so byrjaði spælið so smátt at vísa seg so hvørt sum fyrri hálvleikur fráleið.

Vit fingu varðveitt bóltin og sett nøkur uppspøl í gongd, sum er eyðkenda B36-uppskriftin til málini, og tað var eitt av hesum, sum fekk tað at bresta fyri nev miðskeiðis í fyrra hálvleiki.

Odmar Færø fekk sent ein bólt víðari har frammi, og Lukasz Cieslewicz setti bóltin í netið til 1-0. Hetta var eina løtu eftir at vit høvdu fingið eitt mál kolldømt vegna rangastøðu, og soleiðis sum spælið hevði myndað seg meira og meira, so var leiðslumálið eisini uppiborið.

Tríggjar minuttir fyri steðgin øktu vit til 2-0. Eftir gott samanspæl í vinstra borði, har eyðsýndi nýggi maður okkara, Meinhard E. Olsen, var sniðgevin, var tað ein Patrik Johannesen í fullarið ferð, sum setti sloyfu á hetta framúr væl spælda álopið, sum gav okkum eina góða 2-0-hálvleiksleiðslu.

 

Í seinna hálvleiki lupu okkara menn ikki framav. Tað varð ikki vágað nógv, og av tí sama var eisini gott tamarhald á støðuni.

Onkur góður málmøguleiki var til okkara – tann størsta mundu Hannes Agnarsson og Meinhard E. Olsen fáa, eftir at innskifti Christian R. Mourtisen frálíka væl sendi tann fyrra nevnda avstað, men hóast framvið málverjanum var kanska í so blíður og ynskti at geva Meinhardi E. Olsen tað.

Tað gav 07 Vestur-verjuni møguleikan at koma í vegin, og tað gjørdi hon. Seinastu løtuna hevði 07 Vestur tvær naskar skotroyndir umvegis langskot, men hetta var eisini tað tættasta, ið gestirnir komu at hótta 2-0-leiðslu okkara.

Tað endaði við, at vit koyrdu ein uppibornan sigur í hús. Við 2-0-sigrinum í kvøld hava vit fingið fjórða sigurin á rað og halda framhaldandi samband við tey avgjørdu oddaliðini. Vit takka monnum okkara fyri tey trý stigini í dag, og ynskja øllum føroyingum góða ólavsøku!

 

B36 – 07 Vestur 2-0 (2-0) 1-0: Lukasz Cieslewicz, 25. 2-0: Patrik Johannesen, 42.

 

Liðið í dag: Tórður Thomsen – Erlendur Magnussen, Odmar Færø, Andrias H. Eriksen, Alex Mellemgaard – Meinhard E. Olsen, Eli F. Nielsen (56. Magnus Holm Jacobsen), Róaldur Jakobsen, Benjamin Heinesen (63. Hannes Agnarsson) – Lukasz Cieslewicz – Patrik Johannesen (80. Christian R. Mouritsen)

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Effo deildin

      

Víkingur - B36

í Sarpugerði, 20.08.17 - kl. 15:00

-----------------

1. deild menn

19.08.17 -  kl. 15:00

 Suðuroyingar - B36

-----------------

1. deild kvinnur

20.08.17 - kl. 12:15

B36 - HB

Støðan í Effo-deildini

Gjald limagjaldið 2017 her !

Tín meining

Hvør vinnur, Víkingur-B36?
 

Leinkir

B36 á Facebook

 

B36 á Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan