B36-liðini

Stuðlar

Høvuðsstuðul hjá B36


Stuðlar hjá B36

 
  

 

 

                          

 

     

             



Designed by:
SiteGround web hosting Joomla Templates

Gleðin við rørslu er grundleggjandi
Mánadagur, 10. Juli 2017 08:24

Setanarrøðan, sum Annika Olsen helt, tá borgarstjórin setti Intersport Summar Cup 2017

 

Hey øll børn, foreldur og avvarðandi!

 

Hjartaliga vælkomin her í Gundadal til ársins Summar Cup, "Intersport Summar Cup", sum verður hildin her á Ovara Vølli og á Tórsvølli.

 

Deiligt at síggja tykkum í so stórum tali marsjera inn á vøllin í morgun.

 

Fyrsta Summar Cup var í 2014 og í fjør vóru ikki færri enn 100 lið í kappingini, og fleiri enn 700 børn luttóku. Leggja vit so foreldur og systkin og avvarðandi aftrat, so vóru eini tveytúsund fólk her henda dagin í fjør.

 

Her sær eisini út til at vera ein øgilig rúgva í morgun og fleiri koma út á dagin.

 

---

 

Hetta er fjóðru ferð, at kappingin verður hildin. Nú um eina lítla løtu byrja kappingarnar.

 

Fótbóltur er eitt savnandi spæl. Fótbóltur krevur samanspæl og samstarv. Tí vit læra av fótbólti, at hóast tað er gott at hava dugnaligar einstaklingar, so ber onki til uttan samspæl. Uttan samarbeiði røkka vit ikki málinum.

 

Eg haldi, at fyrireikararnir eiga eina stóra tøkk uppiborna fyri at skipa fyri Summar Cup, sum er nógv meira enn ein fótbóltskapping.

 

Sosialt hevur dagurin ótrúliga stóran týdning.

 

Tit savna hundraðtals børn úr øllum landinum og skapa eina ógloymandi løtu fyri tey mongu børnini og teirra avvarðandi. Hetta er nakað, tey fara at minnast alt lívið.

 

Í dag fara tit at síggja nógvar dugnaligar einstaklingar. Men tit fara eisini at sanna, at fyri at vinna er brúk fyri øllum liðnum. Og tað verður vónandi gott hjá tykkum at taka við tykkum, tá hesin dagurin er av.

 

---

 

Í námsætlan og stevnumið fyri dagstovnar, fólkaskúla og miðnám verður sagt, at ítróttaligir førleikar, rørslugleði og royndir við rørslu eru við til at menna vitanarstøðið sum grundalag fyri almennandi, fakligari og sosialari menning, til frama fyri tann einstaka og samfelagið sum heild.

 

Gleðin við rørslu er gundleggjandi fyri menniskjað. Rørslumentan, sum kemur til sjóndar í spæli, ítrótti, dansi og útilívi er ein týðandi partur av okkara felags mentan og samleika.

 

Høvuðsendamálið við undirvísingini í ítrótti er tí at geva næminginum upplivingar og royndir, og vekja áhuga fyri kropsligari venjing og menning, og at geva næminginum gleði og hug at íðka ítrótt og at menna sínar fortreytir.

 

Harafrat lærir tann einstaki at taka ábyrgd av sær sjálvum, umframt at verða partur av einum bindandi felagsskapi.

 

---

 

Eitt tílíkt tiltak sum hetta hevur ikki bara sera stóran sosialan týdning. Tað hevur eins stóran heilsuligan týdning.

 

Tað er so ófatiliga nógv sum lokkar og dregur børnini frá tí aktiva og sosiala lívinum, og fleiri av grannalondum okkara rópa varskó og seta mennandi tiltøk í verk í skúlum - ja líka frá barnagørðum.

 

Tiltøk sum hetta styrkja hugan hjá børnunum at luttaka aktivt. Tað styrkir tey sosialt. Tað fremur vinskap og sunn áhugamál.

 

Ikki minst er ítrótturin fyribyrgjandi í sambandi við lívsstílssjúkur.

 

---

 

Góðu børn.

 

Í dag fara tit at læra, at ongin vinnur ein dyst einsamallur ella einsamøll. Tit mugu arbeiða saman. Og hóast tað er týdningarmikið fáa mál - so hevur tað eins stóran týdning at forða fyri, at hitt liðið fær mál. Og tí má samstarv til og hvør leikari má kenna sítt pláss.

 

Tit fara eisini at læra, at rørsla er góð fyri tykkum, at tað er deiligt at koma saman við javnlíkum úr øllum landinum, spennandi og ríkandi at fáa nýggjar vinir við somu áhugamálum.

 

Helst vera tit móð, tá dagurin er farin. Men hóast dagurin mest snýr seg um fótbólt, so verður nógv tit kunnu gera, tá tit onkra løtuna fara at hvíla tykkum.

 

Tit kunnu síggja uppvísing hjá freestyle-fótbóltsleikarum úr Danmark, tit kunnu fara at svimja, at bowla ella í hoppiborgina. So tit fara ikki at keða tykkum.

 

---

 

Kenda fótbóltsstjørnan, Christiano Ronaldo segði einaferð, at :

“Eg eri ikki fullkomin, men mær dámar væl at tað verður spælt orduligt. Tað er meiri týdningarmikid at hava trongd til at spæla, at forbedra seg og menna seg enn at gera venjaran og fjeppararnar glaðar. Tað sum hevur týdning er at vera nøgdur við seg sjálvan. Eg eri sannførdur um, at tað er onki mark fyri læring og aldur hevur onki at siga”

 

Við hesum orðum vil eg enn einaferð bjóða tykkum hjartaliga vælkomnum og vælkomnum til Havnarhjartaliga og bestu eydnu við kappingunum gjøgnum dagin.

 

Við hesum orðum er  "Intersport Summar Cup 2017" sett.

 

Drívið á og góðan dyst

 

 

 

Ársveitslan 2017

Ársveitslan hjá B36 verður

28 oktober 2017

Keyp atgongumerki til ársveitsluna her :

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Effo deildin

   
  Skála - B36

 01.10.17 - kl. 15:00

-----------------

1. deild menn

30.09.17 -  kl.

 HB - B36

-----------------

1. deild kvinnur

27.09.17 - kl.

KÍ - B36

Støðan í Effo-deildini

Tín meining

Hvør var dagsins maður, 07 Vestur-B36 4-3?
 

Leinkir

B36 á Facebook

 

B36 á Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan