B36-liðini

Stuðlar

Høvuðsstuðul hjá B36


Stuðlar hjá B36

 
  

 

 

                          

 

     

             



Designed by:
SiteGround web hosting Joomla Templates

Venjarar úr Lyngby til Adidas Pro Camp

alt

Heili tríggir venjarar úr danska felagnum Lyngby BK, koma í Juli til Føroya at venja føroyskar leikarar í aldursbólkunum U13 og U15. Lyngby BK er eitt fáu donsku feløgunum sum hevur A-licens, ið er hægsta kvalitetsstempul innan talentútvikling í donskum fótbólti. Vit fáa í næstum gleði av trimum lyklapersónum úr úrvalsdeilduni hjá Lyngby, tá hesir koma til Føroya og standa fyri dagligu venjingini á fótbóltsskúlanum – Adidas Pro Camp

 

Dan Brimsvík, ið er høvuðsvenjari hjá nýklæktu danmarksmeistarunum í U14 deildini í Danmark, var venjari í B36 í mong ár áðrenn hann í samband við lesnað flutti til Danmark. Dan hevur vant flestu aldursbólkarnar í felagnum, og var eisini í trý ár høvuðsungdómsvenjari hjá B36. Fyrsta árið á flatlondum var hann venjari í Hvidovre IF. Her starvaðist hann sum T+ venjari og høvuðsvenjari hjá U14 liðnum. Seinastu 3 árini hevur hann verið venjari í Lyngby BK. 

Dan er fyriskipari av ítróttarliga partinum á Adidas Pro Camp.

 

Saman við Dan, og fleiri øðrum dugnaligum føroyskum venjarum, koma Mads F. Kristensen og Nicas Kjeldsen at taka sær av dagligu venjingini.

Mads Kristensen er høvuðsvenjari hjá U15 liðnum hjá Lyngby BK. Hann hevur A venjaraprógv og hevur verið ein partur av elitearbeiðnum í felagnum í 4 ár. Mads var eisini partur av Adidas Pro Camp í 2016.

Nicas Kjeldsen er fulltíðarsettur T+ venjari í Lyngby BK. Hann er leiðari fyri U12-U15 liðini hjá felagnum. Nicas er á vøllinum einaferð um vikuna við ávíkavist U12, U13, U14 og U15, har hansara leiklutur er at menna einstaka leikaran.

 

Um Mads og Nicas sigur Dan soleiðis: Kvalitetur er avgerandi fyri okkum. Vit brenna fyri at skapa ein fótbóltsskúla, har talið av luttakarum og venjarum loyvir okkum at arbeiða við detaljum, og at skipa venjingarnar nágreiniliga eftir tørvinum hjá einkulta leikaranum. Tìskil hevur málsetningurin verið at fáa dugnaligar venjarar til skúlan, og tann málsetningin hava vit nátt. Tað er gleðiligt at tað aftur í ár er eydnast at fáa Mads til Føroya, tí hann er sera dugnaligur. Nicas arbeiðir dagliga við at menna einkultar leikarar hjá U13-U15 liðunum, tískil passar hann sum fótur í hosu til okkara fótbóltsskúla.  

 

Tilmelding til Adidas Pro Camp 2017 fer fram her:

 

U13 (2004-05): http://b36.klubmodul.fo/cms/ProfileEventEnrollment.aspx?EventID=13
U15 (2002-03): http://b36.klubmodul.fo/cms/ProfileEventEnrollment.aspx?EventID=14

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Effo deildin

     

B36 - Skála

í Gundadali, sunnudagin 23.07.17 - kl. 15:00

-----------------

1. deild menn

22.07.17 -  kl.

Víkingur - B36

-----------------

1. deild kvinnur

Í Gundadali 06.08.17 -  kl.

HB - B36

Støðan í Effo-deildini

Gjald limagjaldið 2017 her !

Tín meining

Hvør vinnur, B36-Skála?
 

Leinkir

B36 á Facebook

 

B36 á Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan