B36-liðini

Stuðlar

Høvuðsstuðul hjá B36


Stuðlar hjá B36

 
  

 

 

                          

 

     

             



Designed by:
SiteGround web hosting Joomla Templates

Effomálverjar standa fyri málmansvenjingini
Mikudagur, 31. mai 2017 14:26

alt

Effomálverjarnir hjá B36 standa fyri málmansvenjingunum, tá Adidas Pro Camp verður hildið í summar. Málmansvenjing verður fyri U13 og U15 málverjar á fótbóltsskúlanum, Adidas Pro Camp, sum B36 skipar fyri í 10-14 Juli

 

Ikki kann sigast annað enn, at ungu málverjarnir, aftur í ár eru í góðum hondum. Tað vera teir tríggir, Tórður Thomsen, Jákup Højgaard og Rói Mørk, ið koma at standa fyri venjingunum av málverjunum.

 

B36 málverjin, Tórður Thomsen, sum regluliga hevur verið partur av føroyska A-landsliðnum og hevur spælt yvir 200 dystir í Effo-deildini verður aftur partur av toyminum. Jákup Højgaard er uppvaksin í ungdómsdeildini hjá B36, og hevur í vaksnamannahøpi fingið sær royndir við bestu liðunum hjá Eb/Streymi, Skála og AB, umframt at hava leikt nakrar effodystir fyri B36. Rói Mørk er ein spennandi ungur málverji sum longu hevur fingið fyrstu minuttirnar fyri besta lið felagsins. Heilt fá pláss vera boðin út, so tað ræður um at kvika sær, um tú vilt vera millum hepnu málverjarnar.

Tilmelding til Adidas Pro Camp 2017 fer fram her:

 

U13 (2004-05): http://b36.klubmodul.fo/cms/ProfileEventEnrollment.aspx?EventID=13
U15 (2002-03): http://b36.klubmodul.fo/cms/ProfileEventEnrollment.aspx?EventID=14

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Effo deildin

Síggjast aftur í 2018 :)

  -----------------

1. deild menn

Síggjast aftur í 2018 :)

-----------------

1. deild kvinnur

Síggjast aftur í 2018 :)

 

Støðan í Effo-deildini

Leinkir

B36 á Facebook

 

B36 á Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan