B36-liðini

Stuðlar

Høvuðsstuðul hjá B36


Stuðlar hjá B36

 
  

 

 

                          

 

     

             



Designed by:
SiteGround web hosting Joomla Templates

Bert fá pláss eftir !
Týsdagur, 02. mai 2017 18:54

alt

Pro Camp verður 10. - 14. juli

 

Bert fá pláss eftir! 

B36 skipar 10. til 14. juli 2017 aftur fyri Pro Camp fyri aldursbólkarnar U13 Dreingir (2004-2005) og U15 Dreingir (2002-2003).

Í yngra aldursbólkinum eru bert fáa pláss eftir, so tað er at skunda sær at melda til. Í eldra aldursbólkinum byrjar eisini koma ferð á tilmeldingarnar, so vit vanta eisini at her verður útselt.

Tað eru bert 22 pláss í hvørjum aldursbólki.

Les meira um Pro Camp her:

Talan er um fótbóltsskúla, har luttakararnir í fimm dagar sleppa royna lívið sum yrkisleikarar, og har sera dugnaligir venjarar standa fyri dagligu venjingunum. Tvær venjingar eru hvønn dag, og eisini er heilsugóður matur partur av skúlanum. Eisini verður skipað fyri fyrilestrum, har endamálið er at kunna spælararnar um, hvat krevst fyri at røkka ovastu tindunum. Hartil fáa spælararnir eisini ein klædnapakka við venjingarklæðum frá Adidas til ognar.

Fótbóltsskúlin er fyri dreingir í aldursbólkinum U13 og U15. Fyri at tryggja eina høga góðsku í venjingini, eru bert 22 pláss í hvørjum aldursbólkið.

- Talan er um ein sera seriøsan fótbóltsskúla, har nógv fokus verður á tann einstaka spælaran og menningina av hesum, sigur Andrass Thomsen frá B36. Hann leggur aftrat, at ætlanin er, at teir leikarar, ið melda seg til, veruliga skulu merkja, at teir flyta seg nakað hesar dagarnar.

Saman við dugnaligum venjarum úr B36 koma heili tríggir venjarar úr Lyngby Boldklub til Føroyar at standa fyri venjingunum. Hesir venja dagliga elitu hjá Lyngby Boldklub, og tí er ongin ivi um, at teir kunnu læra nógv frá sær. Aftrat hesum koma nakrir av dugnaligastu venjarnum í Føroyum eisini at hava einstakar venjingar, har ávís fokus-punkt eru evnið.

Skráin fyri dagarnar er hendan (broytingar kunnu koma fyri):

Mánadag:
Kl. 08.30 Morgunmatur (til kl 09.00)
Kl. 09.00 Samskiparin bjóðar vælkomin og greiðir frá um dagin og vikuna
Kl. 09.20 Klædnapakkin verður givin út
Kl. 09.45 Fyrsta venjing
Kl. 11.45 Døgurði
Kl. 12.20 Fyrilestur
Kl. 13.30 Seinnapartsvenjing
Kl. 15.00 Dreingirnir fáa frukt og vatn, ungdómshølið er opið til FIFA osv.(vælfrítt)

Týsdag:
Kl. 08.30 Morgunmatur (til kl 09.00)
Kl. 09.00 Ìtróttarleiðarin greiðir frá um dagin og venjingarmál
Kl. 09.30 Fyrsta venjingin
Kl. 11.30 Døgurði
Kl. 12.15 Fyrilestur
Kl. 13.30 Seinnapartsvenjing
Kl. 15.00 Møguleiki fyri at brúka ungdómshølið. Frukt og vatn verður at fáa.(vælfrítt)

Mikudag:
Kl. 08.30 Morgunmatur (til kl 09.00)
Kl. 09.00 Ìtróttarleiðarin greiðir frá um dagin og venjingarmál
Kl. 09.30 Fyrsta venjingin
Kl. 11.30 Døgurði
Kl. 12.15 Fyrilestur
Kl. 13.30 Seinnapartsvenjing
Kl. 15.00 Møguleiki fyri at brúka ungdómshølið. Frukt og vatn verður at fáa.(vælfrítt)

Hósdag:
Kl. 08.30 Morgunmatur (til kl 09.00)
Kl. 09.00 Ìtróttarleiðarin greiðir frá um ’leikaraeftirmeting’ og venjingarmál
Kl. 09.30 Fyrsta venjingin
Kl. 11.30 Døgurði
Kl. 13.00 Seinnapartsvenjing & leikaraeftirmeting(vælfrítt)
Kl. 14.30 Møguleiki fyri at brúka ungdómshølið. Frukt og vatn verður at fáa.(vælfrítt)

Fríggjadag:
Kl. 08.30 Morgunmatur (til kl 09.00)
Kl. 09.00 Ìtróttarleiðarin greiðir frá um dagin
Kl. 09.30 Fyrsta venjingin (kappingar)
Kl. 11.30 Døgurði
Kl. 12.15 Eftirmeting av vikuni
Kl. 13.00 Seinnapartsvenjing (dystir)
Kl. 14.30 Takk fyri í ár – myndatøka – Diplom

Servenjing fyri malverjar í 40 minuttir til hvørja venjing. Hesar byrja altíð 15 minuttir áðrenn morgun- og seinnapartsvenjingarnar.

Tað eru bert 22 pláss í hvørjum aldusbólki, og verður tað "først til mølle".

Tilmelding U13:
http://b36.klubmodul.fo/cms/ProfileEventEnrollment.aspx…

Tilmelding U15: http://b36.klubmodul.fo/cms/ProfileEventEnrollment.aspx…

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Effo deildin

Síggjast aftur í 2018 :)

  -----------------

1. deild menn

Síggjast aftur í 2018 :)

-----------------

1. deild kvinnur

Síggjast aftur í 2018 :)

 

Støðan í Effo-deildini

Leinkir

B36 á Facebook

 

B36 á Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan