B36-liðini

Stuðlar

Høvuðsstuðul hjá B36


Stuðlar hjá B36

 
  

 

 

                          

 

     

             



Designed by:
SiteGround web hosting Joomla Templates

Rokan á limadegnum
Leygardagur, 18. marts 2017 09:28

B36-húsið var á tremur við hugagóðum ungdómsspælarum, tá limadagurin 2017 varð hildin

 

Mikudagin var árligi limadagurin hjá B36. Talan er um tiltak, har endamálið er at savnað bæði ung og vaksin í felagnum, samstundis sum talan eisini um átak, har vit tryggja, at limagjaldið hjá øllum spælarum er goldið, áðrenn farið verður undir nýtt kappingarár.

Byrjað varð klokkan 16, har sjálv tilmeldingin og váttanin av hesum fór fram. Tey, ið longu høvdu goldið limagjald, fingu her eina lítla gávu við troyggju og drekkidunki frá felagnum, men møguleiki var eisini at tekna seg sum lim og gjalda á staðnum. Hesi fáa sín posa frá B36 og Intersport seinni.

Eftir hetta sluppu børnini at sparka móti fyrimyndunum eina løtu, og tá var sonn rokan á vøllinum. Ikki minst tí veðurgudarnir á einum annars illfýsnum degi, høvdu valt sær júst hesa løtuna at taka sær av løttum, soleiðis at talan var um ein veruliga vakran várdag hesa løtuna.

Seinni var autografskrivan á skránni, og tað mundi taka tað mesta av einum tíma, áðrenn kvinnur og menn kundu reisast frá borðinum – vitandi at nú høvdu flestu av ungu spælarum okkara vissað sær autografar á flestu spælaramyndirnar.

Hetta er triða árið á rað, at limadagurin verður fyriskipaður, og undirtøkan hevur verið alsamt vaksandi. Hesa ferð hevði klædnastuðul okkara, Intersport, eisini ein bás á staðnum, og eisini har varð selt heilt fitt av nýggju spælibúnunum, sum nú eru at fáa til keyps hjá teimum.

 

Myndasavn(Bjarni Enghamar)

 

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Effo deildin

Síggjast aftur í 2018 :)

  -----------------

1. deild menn

Síggjast aftur í 2018 :)

-----------------

1. deild kvinnur

Síggjast aftur í 2018 :)

 

Støðan í Effo-deildini

Leinkir

B36 á Facebook

 

B36 á Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan