B36-liðini

Stuðlar

Høvuðsstuðul hjá B36


Stuðlar hjá B36

 
  

 

 

                          

 

     

             



Designed by:
SiteGround web hosting Joomla Templates

Philip Lund aftur til B36
Hósdagur, 19. januar 2017 16:48


alt

Philip Lund hevur nú sett sítt navn á sáttmála, sum bindur hann og B36 saman komandi kappingarárið

 

Philip Lund er ikki heilt ókendur her hjá okkum. Í 2015 kom hann til B36 í summarsteðginum, og hóast skaðar spiltu ein part av spælinum, so vóru fótbóltsevnini og máltevið somikið eyðsýnd, at hann alt fyri eitt vann sær pláss í hjørtum okkara.

Sum spælari hevur Philip nógvar dygdir. Hann er framúr góður vð bóltinum, og góðu teknisku førleikarnir gera hann til ein týðandi brikk í smáspælinum, sum kann lata annars tættar verjur upp. Máltevið er sera gott, og hóast hann ikki er av størstu monnum, so hevur hann eisini stútað fleiri mál gjøgnum árini.

Í 2016 hevur Philip spælt eitt hálvt ár í Malaysia og eitt hálvt ár í Noreg, men nú verður tað so frá fyrsta bríksli av kappingarárinum, at hann er partur av hópinum her hjá okkum. Og tað gleða báðir partar seg til, skal sigast.

 

 

Seinasti og komandi

Seinastu dystir

Effodeildin

í Gundadali 19.03.17 - kl. 15:00

B36 - KÍ : 1-1

 

1. deild menn

18.03.17

B36 - B68 : 2-3

 

1. deild kvinnur

18.03.17

HB - B36: 3-0


Komandi dystir

Kappingin um Løgmanssteypið

í Gundadali 01.04.17 - kr. 15:00

B36   -   B71

-----------------

1. deild kvinnur

í Gundadali 15.04.17 - kl.

B36 - EBS/Skála

-----------------

1. deild menn

í Gundadali 08.04.17 kl 17:30

Giza/Hoyvík - B36

Støðan í Effo-deildini

Gjald limagjaldið 2017 her !

Hvør var dagsins maður, B36-KÍ?
 

Leinkir

 

B36 á Facebook

 

B36 á Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan