B36-liðini

Stuðlar

Høvuðsstuðul hjá B36


Stuðlar hjá B36

 
  

 

 

                          

 

     

             



Designed by:
SiteGround web hosting Joomla Templates

Nýggjársheilsan frá B36
Leygardagur, 31. desember 2016 17:02

alt

Gott nýggjár. Vit gleða okkum til 2017

 

Eitt ársskifti er altíð eitt høvi til eftirmeting og sjálvsrannsakan. Enn eitt ár er farið, og tá er upplagt at hyggja í spegilin og vita, um vit ikki aftur í ár kunnu læra nakað av tí, sum farið er. Vita, hvat kann betrast, og um ikki okkurt var, sum riggaði framúr.

Hóast vit ikki vunnu triðja meistaraheitið á rað, so eydnaðist árið aftur hesa ferð rættiliga væl á ítróttarliga økinum. Besta mansliðið var annars á odda, tá 11 umfør vóru løgd aftur um bak, men eitt soltið tíðarskeið við nógvum skaðum sendi okkum úr oddastríðnum.

Hinvegin megnaðu vit at halda fast um europiska plássið, og fjórðu ferðina á rað skulu vit aftur í 2017 út at verja føroysku litirnar í Europa.

Kvinnurnar vístu støðuga framgongd gjøgnum alt árið. Fyri tað nógva er liðið mannað við ungum spælarum, og stendur framgongdin við, er eingin ivi um, at B36 skjótt er til reiðar at bjóða KÍ av í oddinum. Bronsumerkini vóru væl og virðiliga uppiborin,

og nú verður setningurin at betra enn meira um avrikini.

 

Gullmerkini vóru ikki heilt so nógv í tali, sum tey onkra tíð hava verið. Tvey gull bleiv tað tó til.
2. lið í hjá monnum vann 2. deild og flutti sostatt upp aftur í 1. deild eftir 1 ára steðg.
Og FM-gull kom eisini í hús hjá Old-girls.
Men tað er hugaligt, at yngru lið okkara støðugt eru partur av oddastríðnum í sínum aldursbólkum. Vit høvdu umboð í øllum aldursbólkum, og bæði hjá kvinnum og monnum gongur sjón fyri søgn, at vit støðugt menna nýggj evni til bestu hóparnar. Tað í sjálvum sær er eitt sjálvsagt mál hjá okkum í B36, soleiðis at vit altíð kunnu fara í egna veltu eftir evnaríkum spælarum, tá onkrir av teimum meira garvaðu fella frá.

 

Umframt at vit sjálvandi stremba eftir bestu úrslitunum á vøllinum, so er B36 eisini eitt felag, sum hevur framúr góð úrslit uttan fyri vøllin, har vit støðugt royna at ganga á odda, og har vit eisini vilja vera sjónlig. B36 skal verða eitt felag fyri øll, og vilja vit á henda hátt átaka okkum okkara part av samfelagsskylduni. Eitt felag, har vit eru við til at búna ungdóm okkara til eitt lív á vøllinum eins væl og uttanfyri. Hetta krevur góð fólk og støðuga førleikamenning av teimum, sum varða av felagnum, og vit kunnu fegnast um, at vit aftur í ár hava havt góða umboðan á venjaraútbúgvingini hjá FSF.

Í samstarvi við Í menniskjum góður tokki hava vit tikið stig til, at kostnaðurin av limagjaldi ongantíð skal verða ein forðan fyri huginum til fótbóltsspæli. Vit stuðla eisini sama felagsskapi, tá vit um jóltíðir selja spælaratroyggjur á uppboði, og har helmingurin av innkomna peninginum fer til Barnabata, sum nú umsitur Í menniskjum góður tokki.

Sosiala ábyrgdin hjá einum stórum felagsskapi, sum B36 jú er, er stór, og í ár vóru vit eisini á vitjan á Barnadeildini undan jólum, har vit lótu børnunum eina gávu, umframt at tey sjálvandi sluppu at heilsa uppá og hugna sær eina løtu saman við Effo-hópi okkara.

Í fjør skipaðu vit trivnaðarbólk, og hesi hava hjálpt til í royndini at fáa meira lív í felagshúsið, sum í sjálvum sær eisini hevur fingið eina yvirháling í vár. Eitt arbeiði, sum væntandi heldur fram, soleiðis at karmar okkara verða enn betri, enn teir longu eru.

Av øðrum tiltøkum kann nevnast, at vit í triðja sinni hildu Intersport Summar Cup, sum avgjørt er komið fyri at verða. Ja, forkvinnan í mentunarnevndini hjá Tórshavnar Kommunu kallaði hetta beinleiðis fyri genialt, tá hon setti kappingina í ár. Eisini høvdu vit Intersport Pro Camp fótbóltsskúla í summar, og eingin ivi er um, at hesin eisini er komin fyri at verða.

 

Sum formaður er tað mín vón, at vit eisini í 2017 klára at fasthalda og styrkja støðuna hjá B36 bæði á og uttan fyri vøllin. Seinnu árini hevur mest sum alt gingið eftir vild, og tað er sjálvandi at frøast um. B36, sum í ár rundaði tey 80, er ein serstøk mentan í føroyska samfelagnum, og eingin ivi er um, at vit eru ein av stoltleikunum hjá fólki her í høvuðsstaðnum.

Samstundis ræður tó um hjá okkum øllum at vera takksom fyri úrslitini og eyðmjúk mótvegis komandi avbjóðingum. Góðu úrslitini eru ikki tilvild, sum brádliga er dottin oman yvir okkum. Hetta er úrslit av eini miðvísari tilgongd, har nógv og góð fólk hava lyft stórar byrður bæði á og uttan fyri vøllin. Sum undanmaður mín plagdi at taka til, so er B36 skítfult í góðum fólki. Og tað skal vera mítt fremsta nýggjársynski, at góðu fólkini gerast enn fleiri í tali í 2017.

Eingin nevndur og eingin gloymdur. Men tit skulu øll vita, at uttan tykkara hjálp, dirvi, áræði og stuðul er B36 einki. Latið okkum saman syrgja fyri, at 2017 verður enn eitt gott B36-ár!

 

Gott nýggjár, øll somul

Rúni Herup Olsen, formaður B36

 

 

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Effo deildin

      

Víkingur - B36

í Sarpugerði, 20.08.17 - kl. 15:00

-----------------

1. deild menn

19.08.17 -  kl. 15:00

 Suðuroyingar - B36

-----------------

1. deild kvinnur

20.08.17 - kl. 12:15

B36 - HB

Støðan í Effo-deildini

Gjald limagjaldið 2017 her !

Tín meining

Hvør vinnur, Víkingur-B36?
 

Leinkir

B36 á Facebook

 

B36 á Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan