B36-liðini

Stuðlar

Høvuðsstuðul hjá B36


Stuðlar hjá B36

 
  

 

 

  

 

     

             



Designed by:
SiteGround web hosting Joomla Templates

B71 2:3 B36
Dystur
15
Heima á Sandi
B71 2 : 3
B36
01-08-2011 18:00
  1" 1  16 • Meinhardt Joensen
  1" 1  11 • Lukasz Cieslewicz
  1" 1  09 • Jákup á Borg
  1" 1  07 • Súni Olsen
  1" 1  10 • Róaldur Jakobsen
  1" 1  08 • Atli Danielsen
  1" 1  22 • Klæmint Matras
  1" 1  03 • Símun Joensen
  1" 1  20 • Høgni Eysturoy
  4" 1  10 • Róaldur Jakobsen
  22" 1  22 • Klæmint Matras
  65" 1  10 • Róaldur Jakobsen
  71" 1  11 • Lukasz Cieslewicz
  89" 1  09 • Jákup á Borg
  89" 1  07 • Súni Olsen

 

Væl uppiborið men tepurt

 

 

Tað vóru av bestu umstøðum at spæla, nú tað endiliga eydnaðist at avgreiða dystin Heima á Sandi, men tað var alt ov spennandi áðrenn sigurin varð hálaður í hús

 

Heilt nógvir Floksmenn og B36-fjepparar annars høvdu leitað sær til Sands annan dagin á rað fyri at eggja okkara monnum, og kring vøllin mundu vera líka nógvir B36-arar sum sandoyingar.

Fyrra hálvleiki sá tó út til, at væl fleiri B36-arar vóru á vøllinum, enn gulir, og álopini skolaðu - hvørt vakrari enn annað - vestur móti B71-málinum. Serliga okkara høgra síða, har Høgni Eysturoy og Súni Olsen vístu gott spælskil og góðan bóltførleika, gav heimaliðnum trupulleikar.

Tað gingu heldur ikki meira enn fýra minuttir, so var B36 á odda, og tað vóru júst Høgni og Súni, sum vóru arkitektarnir aftanfyri málið. Høgni sendi Súna avstað, og í aðru royndini smoygdi hann sær inn um B71-verjuna og legði ein vala bólt inn fyri málið, har Róaldur var fyrstur á og sneiddi fram við Símun Rógva Hansen, sum tó seinni skuldi fáa ein høvuðsleiklut í dystinum.

Súni Olsen tykist vera í røttum toppformi í løtuni og eigur greitt at fáa byrjunarpláss á landsliðnum, sum skal spæla í Belfast í komandi viku. Hann var allastaðni, og við framúr strísvilja og bóltførleika plágaði hann næstan lívið burtur úr teimum strongdu sandoyingunum. Hann sneiddi ein bólt tætt fram við handaru stong, noyddi Símun Rógva at toyggja seg í hvørjari likkju fyri at bjarga einum sera góðum frísparki og sendi fleiri framúr hornaspørk inn í B71-málteigin. Tað var eitt av hesum seinastu, ið førdi til annað B36-málið. Súni tók eitt hornaspark í vinstru síðu, og áraka nærmastu stong var Klæmint Matras hægstur, og smekkaði ein skallara í netið til 2-0. Tá vóru 22 minuttir farnir.

B36 helt fast um greiðu yvirvágina restina av fyrra hálvleiki, og serliga Róaldur og Jákup munnu iðra seg um brendar direktørar. Ein 4-0 leiðsla hevði ikki verið órímilig, tá Ransin bríkslaði til hálvleiks, men vit máttu taka til takkar við 2-0.

Í seinna hálvleiki byrjaði heimaliðið betur, og longu tá fimm minuttir vóru farnir metti Ransin, at Jonas var ov næskur í verjuni, og so var brotsspark. Jonas og aðrir B36-arar vóru milt sagt ikki nøgdir við dómin, men tað legði Gudmund Nielsen einki í, tí hann sendi bóltin í netið til 2-1. B36 kom nú beur við aftur og yvirtók smátt um smátt dystin aftur. Fleiri ferðir vóru vøkur álop bygd upp, og næstan líka ofta endaðu tey við góðum málroyndum, men hvørja ferð var Símun Rógvi fyri. Sigast má, at avrikið hjá B71-málverjanum má vera eitt tað besta, ið sætt er á føroyskum fótbóltsvølli.

Og so javnaði B71 í staðin í 79. minutti. Eftir B71-horna í høgru síðu metti Ransin enn eina ferð, at Jonas hevði skumpað í ryggin, og hesa ferð sendi Tummas Hans Rubeksen bóltin í málið til 2-2.

Lukasz Cieslewicz fekk ein smásnudd og varð skiftur út við Mahmud Suleiman, Ingi Højsted kom inn fyri Róald Jacobsen, og móti dystarenda kom Kenneth inn fyri Súna Olsen, men Símun Rógvi var framhaldandi munurin millum javnleik og ein B36-stórsigur.

B36 fekk enntá eitt brotsspark, sum Ransin ikki rættiliga vildi døma, fyrr enn linjuverðin í høgru B36-síðu stóð við sítt og fekk sannført hann, men sjálvt ta royndina stóð Símun Rógvi.

Javnleikur var ein sannlíkur men órættvísur møguleiki líka inntil 89. minutt, tá Klæmint við framúr strísvilja vann bóltin á miðjum vølli í okkara vinstru síðu, sendi Mahmud Suleiman avstað til baklinjuna, og hansara neyva innlegg fann ein blankafrían Jákup á Borg tætt undir málinum, og so hevði sjálvt ikki Símun Rógvi meira at skula hava sagt, tí nú var 3-2 til B36.

Langt inni í tíðini, sum varð løgd afturat, fekk B71 eitt vandamikið fríspark í vinstru síð, sum helst eingin skilti orsøkina fyri, men hendan royndin var beind av vandaleið, og so vann B36 hóast alt.

15 dystir uttan eitt einasta tap - tað er ikki so galið, og enn sum fyrr snýr tað seg bara um at halda fast. Næst á skránni er B68 á heimavølli 14. august.

 

Liðið: Meinhardt Joensen - Høgni Eysturoy, Jonas Rasmussen, Odmar Færø, Símun Joensen - Klæmint Matras, Atli Danielsen, Róaldur Jakobsen (Ingi Højsted 65.), Súni Olsen (Kenneth Jacobsen 89.), Jákup á Borg - Lukasz Cieslewicz (Mahmud Suleiman 71.).

Komandi dystir

Komandi dystir

Betrideildin, menn
  Gundadalur

 

KÍ - B36

Mikudagin 21/08 - kl. 19:00

  -----------------

1. deild menn

B36 - EB/Streymur

Leygardagin 24/08 - kl.

  -----------------

U21

FC Hoyvík - B36

Mánadagin 19/08 - kl.

  -----------------

Betri deildin kvinnur

B36 - KÍ

Hósdagin 22/08 - kl.

Gjald limagjaldið 2019 her !

Støðan í Betri-deildini

Leinkir

Keyp B36 bókina her :

 

Árskort 2019 - keyp her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan