B36-liðini

Stuðlar

Høvuðsstuðul hjá B36


Stuðlar hjá B36

 
  

 

 

  

 

     

             



Designed by:
SiteGround web hosting Joomla Templates

ÍF 1:1 B36
Dystur
11
Fuglafjørður
ÍF 1 : 1
B36
11-06-2011 15:00
  1" 1  16 • Meinhardt Joensen
  1" 1  11 • Lukasz Cieslewicz
  1" 1  10 • Róaldur Jakobsen
  1" 1  14 • Heini í Skorini
  1" 1  07 • Súni Olsen
  1" 1  22 • Klæmint Matras
  1" 1  03 • Símun Joensen
  1" 1  20 • Høgni Eysturoy
  25" 1  11 • Lukasz Cieslewicz
  36" 1  20 • Høgni Eysturoy
  83" 1  10 • Róaldur Jakobsen
  85" 1  03 • Símun Joensen

Rættvíst, men skeivt

 

Summir havnarmenn trúðu ikki sínum egnu eygum, tá teir varnaðust, hvussu gott veðrið var í Fuglafirði í dag. Sovorðið veður hildu teir bara var í

Havn. Tá samanum kom, var javnleikur helst eitt rættvíst úrslit, men ...

 

 

Nýggja venjaraparið hjá ÍF hevði kanska ikki rættiliga fingið sett skil á spælskipanina hjá ÍF, men tað var eyðsýnt, at menninir ætlaðu sær at vísa, at teir vóru betri fótbóltsspælarar, enn støðan vísir. Og tað eydnaðist.

Stóran part av fyrra hálvleiki, var tað verjuparturin hjá B36, sum gjørdi størstu nyttuna, men brádliga - tá ið 19 minuttir vóru farnir - var B36 í álopi, einar tvær royndir vóru móti ÍF-málinum, og so stakk bólturin út móti brotsteigarmarkinum, og har stóð Rambo (John Hansen) og sendi hann í netið dygst úti við stongina.

ÍF hevði fleiri vandamiklar atsóknir, men tað eydnaðist teimum ikki at fáa úrslit burtur úr, og B36-fjeppararnir vóru ikki misnøgdir, tá teir fóru til hálvleiks.

Seinni hálvleikur var stórt sæð ein endurtøka av fyrra, men kanska B36 hevði eitt sindur meira tamarhald á støðuni.

Eina ferð var bólturin í ÍF-málinum, men - helst rætt! - varð Súni Olsen dømdur rangstaddur, og so var málið annulerað.

ÍF fekk aftur fótin fyri seg, men verjuparturin hjá B36 var stinnur, og sjáldan var vandi á ferð.

Inntil vit vóru komin einar tríggjar minuttir út í teir fýra, sum dómarin hevði lagt afturat. Tá fór ÍF í kontraálop. Tríggir ÍF-leikarar vóru púra greitt rangstaddir og royndu, tað teir dugdu, at vinna seg fram at bóltinum, men aftanífrá kom Bartal Eliasen og setti fótin undir og javnaði. Rúni Gaardbo (!) varnaðist kanska ikki, at linjuverjin hevði flaggið uppi og tók tað niðuraftur, men hann sá ikki út til at ivast og dømdi mál. Rætt er, at Bartal ikki var rangstaddur, men tað vóru allir hinir tríggir, sum royndu eftir bóltinum, so teir vóru allir rangstaddir. Onki var tó at gera. Rúni bestemmaði, og so fekk ÍF eitt væl uppiborið stig. Bert spell, at málið kom eftir eina upplagda dómaravillu!

Vit eru framvegis á odda - uttan mun til hini úrslitini - og eitt stig í dag var á leið tað, vit høvdu uppiborið, so tað tók ikki so langa tíð eftir fráferðina úr Fuglafirði, at lagið í bussinum var gott aftur.

 

Liðið: Meinhardt Joensen - Høgni Eysturoy, Odmar Færø, Jonas Flindt Rasmussen, Símun Joensen (Kenneth Jacobsen 85.) - Klæmint Matras, John Hansen (Ingi Højsted 78.), Heini í Skorini, Róaldur Jakobsen, Súni Olsen - Lukazs Cieslewicz.

Komandi dystir

Komandi dystir

Betrideildin, menn

Við Stórá - 4. umfar

Mikudagin 27. mai - kl. 19:00

  -----------------

1. deild menn

Leygardagin 30. mai - kl.

B36 - B71

  -----------------

Betri deildin kvinnur

Mánadagin 01. juni - kl.

EBS/SKÁLA - B36

Gjald limagjaldið 2020 her !

Støðan í Betri-deildini

Hvør var dagsins spælari, B36-Skála 6-2 ?
 

Leinkir

 

Stuðla og vinn

Keyp atgongumerki / lutaseðil 2020 her :

 

Keyp árskort 2020 her :

 

Keyp B36 bókina her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan