B36-liðini

Stuðlar

Høvuðsstuðul hjá B36


Stuðlar hjá B36

 
  

 

 

  

 

     

             



Designed by:
SiteGround web hosting Joomla Templates

B36 2:0 Víkingur
Dystur
10
Gundadalur
B36 2 : 0
Víkingur
27-05-2011 15:00
 16 • Meinhardt Joensen 1 1"    
 09 • Jákup á Borg 1 1"    
 14 • Heini í Skorini 1 1"    
 07 • Súni Olsen 1 1"    
 22 • Klæmint Matras 1 1"    
 03 • Símun Joensen 1 1"    
 20 • Høgni Eysturoy 1 1"    
 11 • Lukasz Cieslewicz 1 1"    
 11 • Lukasz Cieslewicz 1 18"    
 22 • Klæmint Matras 1 25"    
 09 • Jákup á Borg 1 45"    
 07 • Súni Olsen 1 49"    
 07 • Súni Olsen 1 74"    
 14 • Heini í Skorini 1 90"    
 17 • Hørður H. Askham 1 90"    
 09 • Jákup á Borg 1 90"    
 11 • Lukasz Cieslewicz 1 90"    

Leptir Víkingar

Munurin millum nummar eitt og tvey var meira enn stórur, tá vit pent sagt hølvaðu Víking av í kvøld

 

Tað var av álvara lagt upp til oddabrak í Gundadali fríggjakvøldið.

Undan dystinum høvdu okkara menn als ikki roynt at fara av vøllinum uttan stig, og tað hevði Víkingur heldur ikki gjørt, síðani teir í fyrsta umfarinum taptu móti EB/Streymi.

Tí var lagt upp til sanna fótbóltveitslu, men tann veitslan var bara eystaru megin í Gundadali í kvøld.

Tí hóast Víkingarnir høvdu nógvar áskoðarar við sær til Havnar, so hjálpti hetta so sera lítið.

Fyrstu lítlu løtuna tóktust vit hvítu kanska ikki heilt so sannførandi, men hinvegin var heldur einki, sum bendi á, at gestirnir vóru so ræðandi, sum navnið annars leggur upp til.

So við og við byrjaðu okkara tó at prógva, at spælararnir í løtuni eru teir bestu í landinum, og eftir eitt gott korter settu vit hol á. Uppspælið gekk í høgru umvegis Súna Olsen, og tá John Hansen kom rennandi inn til flata innleggið, trýstið ein mótspælari okkara Gattuso niður í svørðin.

Slíkt vórðu víkingar kanska ikki revsaðir fyri fyri túsund árum síðani, men tað verða teir í dag, og púra rætt peikaði Eiler á brotssparksblettin.

Lukasz hevur verið tryggur úr ellivu metrum higartil, og tað var hann eisini hesaferð. Hóast hann gav sær góða tíð, so var úrslitið neyvt tað sama. Nevnliga at málverjin og bólturin fóru hvør sín veg, og so var rómurin í okkara skýli øgiligur.

Og á vøllinum gekk sum eftir ánni. Undan steðginum høvdu vit góðar møguleikar, og kanska áttu vit eisini eitt brotsspark, men tað bilti sum so einki, tá Súni beint eftir steðgin skoraði sítt næsta mál í tveimum dystum. Aftur var talan um eina perlu, tá hann hegnisliga sneiddi inn í vøllin, áðrenn hann curlaði bóltin runt um Geza Turi og inn um stólpan.

Framvegis vóru 42 minuttir pluss tað leysa eftir at spæla, men tað komu ikki fleiri mál. Men tað var nú ikki, tí møguleikarnir trutu. Sum onkur segði, so skulu vit ikki nevna nøvn, men Jákup skuldi nú kortini havt skorað, tá Lukasz forerdi honum eitt tómt mál at sparka í. Lukasz skuldi sjálvur sett bóltin í netið nakað seinni, og sum heild vóru vandastøðurnar heilt nógvar. Og so var tað eisini heilt hugaligt, at vit seinastu minuttirnar sóu Hørður Askham og Ámund Nolsøe fáa sínar fyrstu minuttir í Vodafone-deildini. Tað ræður um at vit spakuliga geva ungu monnunum neyðugu royndirnar at standa seg, og tað er hugaligt at vita, at eisini her hjá okkum eru ungir menn, sum standa til reiðar at traðka til, tá aðrir gevast.

Tað gjørdist tó ikki til meira enn tað sama. Men tað gjørdi nú heldur einki. 2-0 gevur eisini trý stig, og mest av øllum er at fegnast um, hvussu trygt stigini komu til høldar. Enn er langt eftir á mál, og vit vita væl, at trø sjáldan veksa upp í himmalin. Men sum føroyski fótbóltsheimurin sær út beint nú, so ber illa til at vera annað enn bjartskygdur her í B36-húsinum.

 

B36-Víkingur 2-0 (1-0)

1-0: Lukasz Cieslewicz (br.) 18

2-0: Súni Olsen, 49.

Liðið: Meinhardt Joensen – Høgni Eysturoy, Jonas Flindt Rasmussen, Odmar Færø, Símun Joensen – Heini í Skorini (Hørður Askham, 90.), Klæmint Matras, John Hansen, Súni Olsen (Kenneth Jacobsen, 74.) – Jákup á Borg (Ámund Nolsøe, 90.), Lukasz Cieslewicz

Gult kort: Klæmint Matras, Jákup á Borg, Lukasz Cieslewicz

Komandi dystir

Komandi dystir

Betrideildin, menn
 

  

Síggjast í 2020 :)

  -----------------

1. deild menn

Síggjast í 2020 :)

  -----------------

U21

Síggjast í 2020 :)

  -----------------

Betri deildin kvinnur

Síggjast í 2020 :)

Støðan í Betri-deildini

Leinkir

Keyp B36 bókina her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan