B36-liðini

Stuðlar

Høvuðsstuðul hjá B36


Stuðlar hjá B36

 
  

 

 

  

 

     

             



Designed by:
SiteGround web hosting Joomla Templates

B36 4:1 HB
Dystur
08
Gundadalur
B36 4 : 1
HB
15-05-2011 15:00
 16 • Meinhardt Joensen 1 1"    
 09 • Jákup á Borg 1 1"    
 10 • Róaldur Jakobsen 1 1"    
 14 • Heini í Skorini 1 1"    
 07 • Súni Olsen 1 1"    
 03 • Símun Joensen 1 1"    
 20 • Høgni Eysturoy 1 1"    
 11 • Lukasz Cieslewicz 1 1"    
 10 • Róaldur Jakobsen 1 38"    
 10 • Róaldur Jakobsen 1 66"    
 14 • Heini í Skorini 1 71"    
 09 • Jákup á Borg 1 72"    
 07 • Súni Olsen 1 82"    
 09 • Jákup á Borg 1 86"    
 09 • Jákup á Borg 1 90"    

Havnin er hvít!

 

Fyri fyrstu ferð hetta kappingarárið vóru okkara menn aftanfyri. Men ein og hvør ótti fyri, hvussu liðið skuldi reagera upp á hetta, varð beindur til viks, tá vit snøgt sagt hølvaðu HB av í dag

 

 

Fyri fyrstu ferð hetta kappingarárið vóru okkara menn aftanfyri. Men ein og hvør ótti fyri, hvussu liðið skuldi reagera upp á hetta, varð beindur til viks, tá vit snøgt sagt hølvaðu HB av í dag

 

- Skriva tú, eg fari í Glitnir!

Somikið einføld vóru boðini frá vanliga heimasíðuskrivaranum, tá teir 94 minuttirnir í Gundadali í dag vóru av.

Og tað var nú heldur ikki uttan orsøk. Eitt er, at vit vunnu 4-1 og harvið so ruddiliga staðfestu, hvør hevur besta liðið í høvuðsstaðnum í løtuni. Annað er, at okkara menn snøgt sagt hølvaðu HB av í dag. Ja, somikið væl, at vit helst skulu leita aftur til 4-1 sigurin í 1988 fyri at finna ein dyst, har vit á sama hátt pent sagt útklasseraðu grannarnar.

Frá byrjan sat B36 á dystinum. Okkara menn vóru fyrstir á øllum bóltum, og tað var meira enn rár hending, at HB yvir høvur hótti málið hjá Meinhardt Joensen.

Lotið var suðureftir, men hóast lítla mótvindin, so bilti einki við skotroyndunum hjá okkara monnum. Men eina løtu vóru marginalarnir ikki við okkum. Jákup hølvaði langskot við vinstra beinið! á stólpan. Símun kanón-hálvfluktaði av brotsteigarmarkinum á tvørtræið. Eitt HB-bein fekk á málstrikuni beint stútara frá Jonas til horna, og tá Róaldur stóð púra leystur eftir gott uppspæl í vinstru, tók hann sær ov góða tíð, so ein glíðandi Doddi fekk tacklað skotroynd hansara.

Og so hendi tað, sum ikki mátti henda. Blokeraða skotroyndin gav HB kontra-møguleika, og tá Krosslá við langari sending varð spældur leysur, hamraði hann HB framum.

Málið skelkaði okkara menn eina løtu. Massiva trýstið, sum hevði verið móti HB-málinum, linkaði nakað eina løtu. Fyri fyrstu ferð í ár vóru okkara menn aftanfyri, og so var spurningurin, hvussu hetta varð tacklað. Einfalda svarið er: Fyrimyndarliga.

Tí spakuliga ótu vit okkum aftur í dystin, og stutt fyri hálvleik stóð aftur á jøvnum. Róaldur fangaði eitt HB-innlegg í okkara brotsteigi. Hann rak við bóltinum einar 30 metrar, áðrenn kúlan varð løgd móti høgru. Har tóktist Jákup nakað seinur við innlegginum, men tá tað loksins kom, var Róaldur komin allan vegin, og so stútaði hann bóltin móti stólparótini.

Hóast 1-1 á talvuni, so var eingin ivi um, at B36 var so nógv tað betra liðið fyri steðgin, men fyrstu løtuna í seinna hálvleiki høvdu okkara ilt við at fáa ferð á spælið.

Framvegis var tó eingin ivi um, hvør var við yvirlutan, og tá ballið av álvara opnaði, var tað við eini sannari perlu.

Enn einaferð gekk uppspælið í vinstra borðið, og tá Róaldur fekk bóltin einar 20 metrar frá málinum, kundi Heðin Stenberg í HB-málinum ikki gera nógv annað enn hyggja, meðan bóltin smoygdu sær inn undir samankomingina.

So var lív í Gundadali. HB royndi at seta trýst á, men tað var eyðsýnt, at teir ikki megnaðu at lyfta seg upp á okkara støði. 3-1 gjørdist tað, tá Lukasz varð sagaður niður í brotsteiginum, og Jákup bankaði brotssparkið upp undir nettakið.

So var leyst og liðugt, og okkara skuldu sum so bara hava tíðina at ganga. Men teir høvdu nú goymt tað besta til seinast. Statisku HB’ararnir fingu ikki gjørt annað enn at hyggja, meðan okkara koyrdu bóltin runt, tá seinastu minuttirnir skuldu fáast av vegnum. Hvussu nógvar avleveringar vit høvdu á rað, er neyvan tal á, men í einar tveir-tríggjar minuttir var eingin av teimum ósunnaru á bóltinum, og tá Ingi Højsted so at enda spældi Kenneth púra blankan, kvittaði hann við at banka bóltin á undirsíðuna av tvørtrænum og inn. HB slapp aftur at nerta bóltin, tá teir skuldu seta ígongd við 4-1 á talvuni, men so var liðugt. Rúni Gaardbo blásti fyri seinastu ferð á degnum. Floksmenn og tikarar geylaðu felagssangir sínar í kór. B36 hevði hølvað HB av, og so var tað, at heimasíðuverturin kom við omanfyrinevnda sitati.

 

B36-HB 4-1 (1-1)

0-1: Jón Krosslá Poulsen, 19.

1-1: Róaldur Jacobsen, 38.

2-1: Róaldur Jacobsen, 66.

3-1: Jákup á Borg (br.), 72.

4-1: Kenneth Jacobsen, 90.

Liðið: Meinhard Joensen - Høgni Eysturoy, Jonas F. Rasmussen, Odmar Færø, Símun Joensen - Heini í Skorini (Ingi Højsted, 71.), Róaldur Jacobsen, John Hansen, Súni Olsen (Kenneth Jacobsen, 82.) - Jákup á Borg (Rúnar í Lon Jacobsen, 90.), Lukasz Cieslewicz

Gult kort: Jákup á Borg

Komandi dystir

Komandi dystir

Betrideildin, menn

Við Stórá - 4. umfar

Mikudagin 27. mai - kl. 19:00

  -----------------

1. deild menn

Leygardagin 30. mai - kl.

B36 - B71

  -----------------

Betri deildin kvinnur

Mánadagin 01. juni - kl.

EBS/SKÁLA - B36

Gjald limagjaldið 2020 her !

Støðan í Betri-deildini

Hvør var dagsins spælari, B36-Skála 6-2 ?
 

Leinkir

 

Stuðla og vinn

Keyp atgongumerki / lutaseðil 2020 her :

 

Keyp árskort 2020 her :

 

Keyp B36 bókina her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan