B36-liðini

Stuðlar

Høvuðsstuðul hjá B36


Stuðlar hjá B36

 
  

 

 

  

 

     

             



Designed by:
SiteGround web hosting Joomla Templates

B68 2:2 B36
Dystur
07
á Svangaskarði
B68 2 : 2
B36
11-05-2011 18:00
  1" 1  16 • Meinhardt Joensen
  1" 1  22 • Klæmint Matras
  1" 1  11 • Lukasz Cieslewicz
  1" 1  09 • Jákup á Borg
  1" 1  10 • Róaldur Jakobsen
  1" 1  14 • Heini í Skorini
  1" 1  22 • Klæmint Matras
  1" 1  03 • Símun Joensen
  1" 1  20 • Høgni Eysturoy
  4" 1  09 • Jákup á Borg
  44" 1  22 • Klæmint Matras
  68" 1  09 • Jákup á Borg
  81" 1  22 • Klæmint Matras
  86" 1  14 • Heini í Skorini
  86" 1  07 • Súni Olsen
  89" 1  22 • Klæmint Matras

Kastaðu burtur!

 

Ein javnleikur á Svangaskarði móti B68 er vanliga eitt góðtikið úrslit, men 2-2 í kvøld var eitt vónbrot

 

 

B36 fekk eina dreymabyrjan, tá Jákup á Borg longu eftir einar fýra minuttir í aðru atløgu fekk potað bóltin í málið aftanfyri Tórð Thomsen eftir uppspæl í vinstru síðu og góða sending frá Lukasz. 1-0 og B36 var fullkomiliga spælstýrandi og hevði fult tamarhald á toftamonnunum, sum bara tóktust hava eitt vápn, og tað var at gúppa bóltin fram til kvika áleyparan, Camara, sum tó ikki fekk nógv pláss frá sera tryggu B36-verjuni, har serliga Jonas Flindt Rasmussen aftur var ein brandur.

B36 var nærri við at økja enn heimaliðið, sum bara ta einu ferðina var líka við. Tá slapp Camara avstað eitt sindur í høgru síðu og fekk skot á, men Meinhardt Joensen í B36-málinum stórbjargaði.

B68-spælið var - í øllum førum við B36-brillum! - í løtum rættiliga hart, og Dagfinn Forná, sum dømdi, loyvdi ov nógvum uttan at hava ostaflísina á lofti.

Leikgongdin í fyrra hálvleiki var støðug. B36 var sera vælskipað og arbeiddi væl, og longu bóltarnir fram móti Camara vóru tann reini barnamatur fyri Odmar og Jonas. Talan var ikki um teir nógvu málmøguleikarnar, men beint áðrenn bríkslað varð til hálvleiks riggaði aftur hjá B36. Aftur hesu ferð varð bólturin spældur inn úr vinstru síðu, og í einum trunka beint fyri málinum fekk Klæmint Matras seinasta fótin ella krúllin á, og so var 2-0 til okkara menn. Hetta sá nú reiðiliga gott út, og fáur mundi ímynda sær, at tann stóra broytingin fór at vera í seinna hálvleiki.

Men broyting var!

B68-ararnir vóru nú munandi meira ágangandi, og flytingin av Endende fram á miðjuna úr verjuni, gav miðvøllinum nógv meira tyngd, og samstundis gjørdust okkara sendingar leysari.

Tá 66 minuttir vóru farnir kom hol á hjá B68. Ein langur bóltur varð sendur fram í B36-brotsteigin í høgru síðu. Meinhardt fór út ímóti og rendi saman við Kristian Anton Andreasen, sum elti bóltin, og Dagfinn dømdi brotsspark. Rættiliga bíligt brotsspark má sigast, men tað legði André Olsen einki í, tí hann skoraði trygt, og so var 1-2.

Nú vaknaðu teir reyðu rættiliga, meðan B36-ararnir tyktust ørkymlaðir, og tað, ið eftir var av dystinum átti B68 mest sum alt sum tað var. Verjan hjá B36 stóð tó stinn, og tað sá út, sum um okkara menn fóru at sleppa snikkaleysir.

Í 81. minutti fekk Klæmint Matras eitt bíligt gult kort á miðjum vølli, eftir eitt fríspark, sum Lukasz gjørdi (!), og hetta skuldi vísa seg at gerast kostnaðarmikið, tí tá 89 minuttir vóru farnir fekk Klæmint aftur gult - hesa ferð var tað í lagi! - og so fylgdi skorpan, og liðskiparin mátti av vøllinum. Á veg´yvir móti umklæðingarrúminum hoyrdi Klæmint, ið hevði spælt ein frálíkan dyst við sínum vanliga, ókúðiliga stríðsvilja, at Jónleif Højgaard sendi frísparkið beinleiðis í málið, og so var 2-2.

Hetta var av álvara ein vátur vøttur framman á, men illa ber til at siga, at B68 ikki hevði uppiborið eitt stig burtur úr dystinum eftir teirra sera góða seinna hálvleik.

Tað vóru sera fegnir toftamenn og sera nevslignir havnarmenn, sum fóru av vøllinum. Á tikarum og floksmonnum var heldur einki lag ...

Tað ringasta er tó, at útvísingin hevur við sær, at Klæmint ikki verður við í dystinum sunnudagin móti HB, tí hansara stríðseginleikum er altíð brúk fyri móti grannunum. Púra greitt er, at hinir mugu taka ta uppgávuna upp á seg, og syrgja fyri, at HB als ikki varnast, at Klæmint ikki er við!

 

Liðið: Meinhardt Joensen - Høgni Eysturoy, Odmar Færø, Jonas Flindt Rasmussen, Símun Joensen - Klæmint Matras, John Hansen, Heini í Skorini (Súni Olsen 86.), Róaldur Jakobsen, Jákup á Borg (Kenneth Jacobsen 68.) - Lukasz Cieslewicz.

Dómari: Dagfinn Forná

Komandi dystir

Komandi dystir

Betrideildin, menn

Við Stórá - 4. umfar

Mikudagin 27. mai - kl. 19:00

  -----------------

1. deild menn

Leygardagin 30. mai - kl.

B36 - B71

  -----------------

Betri deildin kvinnur

Mánadagin 01. juni - kl.

EBS/SKÁLA - B36

Gjald limagjaldið 2020 her !

Støðan í Betri-deildini

Hvør var dagsins spælari, B36-Skála 6-2 ?
 

Leinkir

 

Stuðla og vinn

Keyp atgongumerki / lutaseðil 2020 her :

 

Keyp árskort 2020 her :

 

Keyp B36 bókina her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan