B36-liðini

Stuðlar

Høvuðsstuðul hjá B36


Stuðlar hjá B36

 
  

 

 

  

 

     

             



Designed by:
SiteGround web hosting Joomla Templates

KÍ 0:2 B36
Dystur
06
Klaksvík
0 : 2
B36
08-05-2011 15:00
  1" 1  16 • Meinhardt Joensen
  1" 1  11 • Lukasz Cieslewicz
  1" 1  09 • Jákup á Borg
  1" 1  10 • Róaldur Jakobsen
  1" 1  14 • Heini í Skorini
  1" 1  22 • Klæmint Matras
  1" 1  03 • Símun Joensen
  1" 1  20 • Høgni Eysturoy
  29" 1  09 • Jákup á Borg
  50" 1  09 • Jákup á Borg
  57" 1  20 • Høgni Eysturoy
  72" 1  11 • Lukasz Cieslewicz
  75" 1  14 • Heini í Skorini
  86" 1  09 • Jákup á Borg

Tað koyrir bara

 

Við tryggum útisigri ímóti KÍ í Klaksvík, tryggjaði B36 sær framhaldandi pláss á ovastu rók

 

 

Tað var fitt av vindi í Djúpumýri, tá KÍ og B36 fóru á vøllin, og í fyrra hálvleiki darvaði nógvi vindurin spælið rættiliga nógv. Heimaliðið royndi at gagnnýta hjálpina frá veðurgudunum, men ongantíð vóru royndirnar úti frá í námind av málinum hjá Meinhardt Joensen.

Í hinum endanum var B36 munandi nærri, og Jákup á Borg misnýtti ein risamøguleika. Hetta hendi heilt tíðliga í dystinum, og lukkutíð megnaði Jákup at gera tað gott aftur seinni.

Fyrri hálvleikur var rættiliga javnur, men tað tóktist millum B36-fjeppararnar á áskoðaraplássunum, sum um teir vóru rættiliga vissir í, at hetta nokk skuldi fara at ganga.

Og seinni hálvleikur var illa nokk farin í gongd, so var 1-0 til okkara menn. Jákup á Borg - staddur á miðjari KÍ-hálvu - helt, at nú skuldi hann vísa klaksvíkingum, hvussu teir áttu at gjørt í fyrra hálvleiki. Hann smekkaði til, og bólturin fór í einum vøkrum boga í netið, uttan at KÍ-málverjin hevði nakran møguleika at bjarga.

B36 tók yvir tamarhaldið á dystinum, og seinni hálvleikur vísti eitt B36-lið við spælihugi, bóltførleika og einari verju, sum bara slett ikki letur mótstøðuliðið sleppa í námind av málinum. KÍ hevði ikki ein málmøguleika, fyrr enn eftir, at Lukasz Cieslewicz hevði økt til 2-0 við enn einum langskoti, tá 72 minuttir vóru farnir.

Venjararnir valdu tá at spara onkran leikara til dystin mikukvøldið ímóti B68, og KÍ fekk bóltin meira. Einar tvær ferðir vóru teir eisini nær við. Høgni bjargaði á strikuni og eina aðru ferð brast bólturin í stongina, men einki hjálpti, og B36 vann ein uppibornan sigur, og er framvegis einasta ósigraða liðið í Vodafonedeildini.

Mikukvøldið stendur B68 á skránni á Svangaskarði, og nú er bara at halda fram og fast!

 

Liðið: Meinhardt Joensen - Høgni Eysturoy, Odmar Færø, Jonas Flindt Rasmussen, Símun Joensen - Klæmint Matras, Ingi Højsted (John Hansen 36.), Heini í Skorini (Kenneth Jacobsen 75.), Róaldur Jakobsen, Jákup á Borg (Sigurð D. Carlsson 86.) - Lukasz Cieslewicz

Dómari: Eiler Rasmussen

Komandi dystir

Komandi dystir

Betrideildin, menn
 

  

Síggjast í 2020 :)

  -----------------

1. deild menn

Síggjast í 2020 :)

  -----------------

U21

Síggjast í 2020 :)

  -----------------

Betri deildin kvinnur

Síggjast í 2020 :)

Støðan í Betri-deildini

Leinkir

Keyp árskort 2020 her :

 

Keyp B36 bókina her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan