B36-liðini

Stuðlar

Høvuðsstuðul hjá B36


Stuðlar hjá B36

 
  

 

 

  

 

     

             



Designed by:
SiteGround web hosting Joomla Templates

B36 1:0 EB/Streymur
Dystur
05
Gundadalur
B36 1 : 0
EB/Streymur
30-04-2011 15:00
 16 • Meinhardt Joensen 1 1"    
 11 • Lukasz Cieslewicz 1 1"    
 09 • Jákup á Borg 1 1"    
 14 • Heini í Skorini 1 1"    
 10 • Róaldur Jakobsen 1 1"    
 22 • Klæmint Matras 1 1"    
 03 • Símun Joensen 1 1"    
 20 • Høgni Eysturoy 1 1"    
 09 • Jákup á Borg 1 45"    
 11 • Lukasz Cieslewicz 1 55"    
 11 • Lukasz Cieslewicz 1 90"    

FM-favorittar uttan møguleika

 

Har varð einki givið við dyrnar, tá okkara menn við einum framúr liðavriki settu FM-favorittarnar úr EB/Streymi upp á pláss

 

 

Ikki síðani 20. august í fjør er EB/Streymur farið av vøllinum uttan at skora. Men tað noyddust teir í dag.

Veðrið í Gundadali var framúr, og tað sama var avrikið hjá B36, sum meistaraliga vísti, hvussu tú heldur taktiska uppleggið einum dysti.

Hóast vit fegin vilja vera favorittar, tá vit spæla á heimavølli, so var tað EB/Streymur, sum var í hesum leiklutinum í dag. Mest sum einmælt hava fjølmiðlar og fjepparar skrálað samanlagda liðið til FM-favorittar, og tað eru teir helst eisini framvegis.

Fyrsta lítla korterið ella so var heldur ikki so nógv, sum bendi á, at vit skuldu taka stigini í dag. Góðveðrið tóktist rura okkara spælarar nakað niður, og markeringar, avlevingar og temjingar vóru alt ofta ein hálvan metur ella so óneyvar.

Tað eydnaðist tó ongan tíð gestunum at leggja okkum undir nakað veruligt trýst, og spakuliga otaðu okkara seg frameftir. EB/Streymur royndi at leggja trýstið høgt, og tað gav at bíta, tá Jákup ella Lukasz vórðu sendir avstað. Ta einu ferðina var Jákup um at gerast púrasta leysur, men sendingin frá Róaldi hevði júst ov nógva ferð, men ávaringaskotið varð latið av.

Um talan ikki var um upplagdar møguleikar, so hóttu okkara við deyðbóltsstøðum. Men eina ferð bjargaði René Tórgarð meistaraliga fyri stútara hjá Heina, og stutt undan steðginum gjørdi Símun alt rætt, tá hann fangaði málverjan á skeiva beininum. Men ólukkutíð fór stútarin skeivu megin stólpan.

Eftir steðgin helt mynstrið fram. B36 var alt meira spælstýrandi, og eftir 10 minuttum fingu vit løn fyri stríðið. Eitt frálíkt kontra varð í fyrstu atløgu beint til horna, men tá hetta varð sent innfyri, vildi onkur av gestunum spæla málverji – og tað var ikki René!

Brotsspark til okkum, og hetta setti Lukasz trygt í netið.

So var væntandi, at gestirnir skuldu leggja trýst á. Men tað eydnaðist teimum ongantíð. Taktiska uppleggið, sum John og Mikkjal høvdu lagt, stóð veruliga sína roynd. Aloftast vóru gestirnir at enda noyddir at royna langar bóltar móti áleyparunum, men hvussu enn teir royndu, so var Jonas kongurin í loftspælinum í Gundadali í dag. Bóltarnir vórðu stútaði langt av vandaleið, og meira enn eini útjavning, so líktist tað eini støðu, har okkara við kvikum kontraspæli kundu økja til 2-0.

Tað málið kom ongantíð, men tað gjørdi sum so einki. Gestirnir í Gundadali høvdu ongan tíð av álvara ein kjans, og tá Meinhardt loksins eftir 94 minuttum mátti toyggja seg, var talan ikki um nakran veruligan møguleika – men heldur um langan bólt, sum varð longdur av krúllinum hjá Sorin Anghel.

Trø vaksa sjáldan upp í himmalin. Men sigurin leggur av álvara upp til oddabrak í Klaksvík um eina viku. Og verður avrikið eins gott ta ferðina, so eiga vit í minsta lagi ein málleysan javnleik við okkum heim.

B36-EB/Streymur 1-0 (0-0)

1-0: Lukasz Cieslewicz (br.) 55.

Liðið: Meinhardt Joensen – Høgni Eysturoy, Jonas Flindt Rasmussen, Odmar Færø, Símun Joensen – Róaldur Jacobsen, Ingi Højsted (John Hansen, 63.), Klæmint Matras, Heini í Skorini – Lukasz Cieslewz, Jákup á Borg

Gult kort: Jákup á Borg, Lukasz Cieslwicz

Komandi dystir

Komandi dystir

Betrideildin, menn
  Gundadalur

 

B36 - ÍF

Sunnudagin 22/09 - kl. 15:00

  -----------------

1. deild menn

B36 - Skála

Sunnudagin 22/09 - kl.

  -----------------

U21

B36 - Undrið

Mánadagin 16/09 - kl.

  -----------------

Betri deildin kvinnur

EBS/Skála - B36

Hósdagin 26/09 - kl.

Gjald limagjaldið 2019 her !

Støðan í Betri-deildini

Hvør var dagsins maður, NSÍ-B36 0-3?
 

Leinkir

Keyp B36 bókina her :

 

Árskort 2019 - keyp her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan