B36-liðini

Stuðlar

Høvuðsstuðul hjá B36


Stuðlar hjá B36

 
  

 

 

  

 

     

             



Designed by:
SiteGround web hosting Joomla Templates

B36 1:1 ÍF
Dystur
04
Gundadalur
B36 1 : 1
ÍF
25-04-2011 15:00
 16 • Meinhardt Joensen 1 1"    
 11 • Lukasz Cieslewicz 1 1"    
 09 • Jákup á Borg 1 1"    
 10 • Róaldur Jakobsen 1 1"    
 14 • Heini í Skorini 1 1"    
 07 • Súni Olsen 1 1"    
 22 • Klæmint Matras 1 1"    
 03 • Símun Joensen 1 1"    
 20 • Høgni Eysturoy 1 1"    
 14 • Heini í Skorini 1 35"    
 07 • Súni Olsen 1 37"    
 22 • Klæmint Matras 1 72"    
 14 • Heini í Skorini 1 84"    
 22 • Klæmint Matras 1 90"    

So tætt við, og tó ...

 

Tveir brendir risamøguleikar móti endanum kostaðu B36 tvey stig í Gundadali í dag

 

 

Hóast líkindini í morgun sóu alt annað lovandi út, so skikkaðu veðurgudarnir sær á einari leið, tá B36 og ÍF brustu saman í Gundadali í dag, men synd er at siga, at gudarnir vóru við okkum, tá ið dysturin skuldi avgerast til okkara fyrimun.

Tað var annars B36, ið stýrdi tí mesta av tí, ið fór fram á vøllinum, og við millumbilum, har alt ov nógvar feilavleveringar vóru, spældi B36 heilt væl, tá teir við ferð otaðu seg niðan móti ÍF-málinum. Tað einu ferðina í fyrra hálvleiki stríddi Lukasz seg til ein reinan direktør í fyrra hálvleiki, men Jákup Mikkelsen í ÍF-málinum hevur ikki gloymt síni kynstur enn, og hann bjargaði í stórum stíli.

Tað vóru serliga Jákup á Borg og Lukasz Cieslewicz, sum myndaðu B36-álopsspælið, men eisini Heini í Skorini og Róaldur Jakobsen vóru vandamiklir.

Tað hevði ikki verið av leið, um B36 var á odda, tá farið varð til hálvleiks, men einki mál kom.

Í seinna hálvleiki dalaði leikferðir nakað, og B36-álopini vóru ikki so glíðandi, sum í fyrra. Onkrir heilt góðir møguleikar komu tó, sum dysturin leið, og Lukasz var við í teimum øllum. Tað var eisini hann, ið skapti møguleikan, tá hol kom á í 72. minutti. Áleyparin dansaði gjøgnum ÍF-verjuna í vinstra borði, legði út frá til Heina, sum sendi víðari til púra fría Klæmint Matras, sum staddur við brotsteigarmakið knallaði bóltin í kassan til 1-0. Klæmint strálaði sum ein sál og vísti rættiliga sítt brennandi B36-hjarta í málfagnaðinum, men valla vóru hendurnar komnar niður aftur, so javnaði ÍF. Eftir at hava givið bóltin upp vunnu teir sær eitt hornaspark í teirra vinstru síðu. Tað varð sent væl inn fyri málið, og har var Høgni Zachariassen fyrstur á og sneiddi bóltin við høvdinum í netið til 1-0.

Hetta var ein køld spann av vatni hjá okkara monnum, sum nú rættiliga fór í álop í einari roynd at skora vinnandi málið. Hetta gav pláss til nøkur mótálop frá ÍF, sum vóru rættiliga hóttandi, serliga eftir hornaspøk, har Bartal Eliasen er lívshættisligur.

Einki bar tó til, og tíðin gekk uttan at B36 megnaði at skora. Herilt móti endanum var tó so nær við, sum tað næstan er gjørligt. Fyrst skeyt Lukasz á stongina úr stuttari fjarstøðu, og beint áðrenn Rúni Gaardbo bríkslaði fyri seinastu ferð, kom Símun Joensen at standa blankafríur frammanfyri einum tómum máli, men toppskjúttin á liðnum, sum annars hevur skorað í øllum dystunum higartil, brendi upp á tað skammiligasta.

Hetta var eitt vónbrot og tvey mist stig, men vit mugu bara taka tað sum menn, og brynja okkum til oddadyst móti EB/Streymi komandi leygardag.

 

Liðið: Meinhardt Joensen - Høgni Eysturoy, Odmar Færø, Jonas Flindt Rasmussen, Símun Joensen - Klæmint Matras, Heini í Skorini (84. Ingi Højsted), Súni Olsen (37. Kenneth Jacobsen), Róaldur Jakobsen, Jákup á Borg - Lukasz Cieslewicz.

Dómari: Rúni Gaardbo

Komandi dystir

Komandi dystir

Betrideildin, menn
  Gundadalur

  

AB - B36

Sunnudagin 25/08 - kl. 17:00

  -----------------

1. deild menn

B36 - EB/Streymur

Leygardagin 24/08 - kl. 11:00

  -----------------

U21

NSÍ - B36

Mánadagin 26/08 - kl. 19:30

  -----------------

Betri deildin kvinnur

B36 - KÍ

Hósdagin 22/08 - kl. 20:00

Gjald limagjaldið 2019 her !

Støðan í Betri-deildini

Hvør vinnur, AB-B36?
 

Leinkir

Keyp B36 bókina her :

 

Árskort 2019 - keyp her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan