B36-liðini

Stuðlar

Høvuðsstuðul hjá B36


Stuðlar hjá B36

 
  

 

 

  

 

     

             



Designed by:
SiteGround web hosting Joomla Templates

Víkingur 1:1 B36
Dystur
03
Gøta
Víkingur 1 : 1
B36
21-04-2011 15:00
  1" 1  16 • Meinhardt Joensen
  1" 1  11 • Lukasz Cieslewicz
  1" 1  09 • Jákup á Borg
  1" 1  10 • Róaldur Jakobsen
  1" 1  14 • Heini í Skorini
  1" 1  07 • Súni Olsen
  1" 1  22 • Klæmint Matras
  1" 1  03 • Símun Joensen
  1" 1  20 • Høgni Eysturoy
  60" 1  03 • Símun Joensen
  77" 1  09 • Jákup á Borg
  87" 1  07 • Súni Olsen

Frálíkt úrslit, men vónbrot

 

Seinastu tvey árini hevur B36 verið eiðasørt móti Víkingi, sum eisini er úr Leirvík (!), men í dag var eitt stig við í liðbussinum, tá koyrt varð aftur til Havnar, og tó vóru vit vónbrotnir.

 

 

Tað var heilt eyðsýnt, at B36 hevði fingið boð um at ansa væl eftir í dystinum móti Víkingi. Eingi óneyðug stig vórðu tikin, sum kundu lova heimaliðnum nær B36-málinum, og taktikkurin riggaði væl. Heimaliðið hevði einki, og vit kunnu undirstrika EINKI!, sum líktist einum málmøguleika fyrstu 80 minuttirnar. Tað var heldur ikki tað stóra, sum hendi frammanfyri Víkinga-málinum, men onkur vandastøða var tó. Heini í Skorini hevði ein skallara í fyrra hálvleiki, og í seinna fekk Lukasz ein frírennara, sum kundi verið vandamikil, men ein vælteimað takling í síðstu løtu, sendi bóltin út til horna.

Tað var anars eitt B36-lið í cruise-control. Víkingarnir sluppu ikki nær í námind av B36-málinum, tí verjuketan, Klæmint, Súni og Heini brutu øll álopini hjá teimum ljósabláu. Heimaliðið, hinvegin, hevði trupulleikar hvørja ferð Lukasz og Jákup struku avstað, og tað var ikki meira enn rímiligt, tá B36 legði seg á odda, tá ið ein tími var farin av dystinum. Álopshugaði vinstri bakkurin, Símun Joensen, streyk avstað í vinstru síðu, varð kroystur og sendi bóltin til Lukasz Cieslewicz á høgra veingi. Lukasz sneiddi verjuspælara av sær og legði ein góðan bólt inn í málteigin, har Símun nú var, og hann setti pannuna á og legði B36 á odda. 3 dystir og 3 mál til Símun. Frálíkt, má sigast.

Móti endanum setti Jógvan Martin Olsen fult trýst á, og Víkingarnir, sum annars høvdu verið eiðasørir, gjørdist eitt sindur næskari. Tá tíðin var farin bar til. Høgni Eysturoy, sum annars aftur spældi ein frálíkan dyst á bakkinum, skumpaði ein ljósabláan í ryggin inni í brotsteiginum, og dómarin Lars Müller, sum dømdi væl, bríkslaði fyri brotssparki.

Sam Jacobsen tók tað og skoraði trygt.

1-1 varð úrslitið, og hóast javnleikur í Sarpisgerði ikki er eitt vánaligt úrslit, so kendu Floksmenn seg eitt sindur nipnar, tí hetta var okkara dystur, og vertirnir høvdu einki uppiborið.

Tá samlaða úrslitið verður gjørt upp í oktober, man eitt stig í Gøtu neyvan verða lagt í tann svarta bunkan, men kortini ...

2. páskadag stendur ÍF á skránni í Gundadali, og tá skulu vit aftur á slóðina!

 

Víkingur-B36 1-1 (0-0)

0-1 60 min. Símun Joensen

1-1 90 min. Sam Jacobsen

 

B36-liðið: Meinhardt Joensen - Høgni Eysturoy, Odmar Færø, Jonas Flindt Rasmussen, Símun Joensen - Klæmint Matras, Súni Olsen (87. Kenneth Jacobsen), Róaldur Jakobsen, Jákup á Borg (77. Ingi Højsted), Heini í Skorini - Lukasz Cieslewicz.

Dómari: Lars Mülller

Komandi dystir

Komandi dystir

Betrideildin, menn
  Gundadalur

 

KÍ - B36

Mikudagin 21/08 - kl. 19:00

  -----------------

1. deild menn

B36 - EB/Streymur

Leygardagin 24/08 - kl.

  -----------------

U21

FC Hoyvík - B36

Mánadagin 19/08 - kl.

  -----------------

Betri deildin kvinnur

B36 - KÍ

Hósdagin 22/08 - kl.

Gjald limagjaldið 2019 her !

Støðan í Betri-deildini

Leinkir

Keyp B36 bókina her :

 

Árskort 2019 - keyp her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan