B36-liðini

Stuðlar

Høvuðsstuðul hjá B36


Stuðlar hjá B36

 
  

 

 

  

 

     

             



Designed by:
SiteGround web hosting Joomla Templates

B36 4:1 B71
Dystur
02
Gundadalur
B36 4 : 1
B71
17-04-2011 15:00
 16 • Meinhardt Joensen 1 1"    
 09 • Jákup á Borg 1 1"    
 14 • Heini í Skorini 1 1"    
 10 • Róaldur Jakobsen 1 1"    
 07 • Súni Olsen 1 1"    
 22 • Klæmint Matras 1 1"    
 03 • Símun Joensen 1 1"    
 20 • Høgni Eysturoy 1 1"    
 11 • Lukasz Cieslewicz 1 1"    
 11 • Lukasz Cieslewicz 1 8"    
 11 • Lukasz Cieslewicz 1 11"    
 03 • Símun Joensen 1 40"    
 03 • Símun Joensen 1 46"    
 07 • Súni Olsen 1 46"    
 14 • Heini í Skorini 1 73"    

11Bang!, Bang!, deyðir!

 

B36 gjørdi skjótt av í Gundadali í dag, og longu tá ið 10 minuttir vóru farnir, vóru okkara menn á odda 2-0. Grundarlagið undir einum tryggum sigri var lagt!

 

Tað var stórur munur á liðunum í Gundadali í dag, tá ið B36 og B71 møttust. B36 sat á øllum næstan allan dystin og hevði uppiborið fleiri mál afturat fyri ómakin.

Yvirvágin gjørdi seg galdandi beinanvegin, og longu í 5. minutti legði heimaliðið seg á odda. Jákup á Borg gjørdist leysur í brotsteiginum, varð feldur, men fekk skotrað bóltin yvir til Lukazs Cieslewiecz, sum kundi rulla bóltin í málið til 1-0. Fyrsta málið hjá Lukazs fyri B36 í týðandi dysti.

Longu fimm minuttir seinni var aftur galið hjá B71. B36 sendi ein bólt inn úr vinstru síðu, og fyri málinum gjørdist Heini í Skorini fyrstur á bóltinum, sum hann við høvdinum sneiddi í netið dygst við stongina til 2-0.

B36 var greitt omaná, og við hvørt var heilt gott fótbóltsspæl at síggja, tá liðið við skjótum sendingum og nógvari ferð otaði seg niðan móti gestamálinum, men vit skuldu heilt út móti endanum av hálvleikinum, áðrenn teir hvítu øktu um málmunin. Tað hendi tá einir 40 minuttir vórðu spældir. Uppspæl var í høgru síðu, og í aðru atløgu kom eitt gott innlegg inn fyri málið, og har var vinstri bakkurin, Símun Joensen, hægstur og stútaði í málið. Tveir dystir og tvey mál til Símun!

Hetta gjørdist hálvleiksstøðan, og gott lag var á áskoðarunum, tí hetta sá lætt út, og liðið vísti sera góðar taktir.

Tvær broytingar vórðu gjørdar á B36-liðnum í hálvleikinum. Súni Olsen, sum fekk eina ófantaliga og harða takling seint í fyrra hálvleiki kom ikki inn aftur, og tað gjørdi Símun Joensen heldur ikki. Fyri teir komu Ingi Højsted og Kenneth Jacobsen á vøllin. Kenneth fór á høgra bakk, og Høgni Eysturoy, sum hevði spælt har í fyrra hálvleiki, tók plássið hjá Símuni á vinstra bakki.

Um tað vóru útskiftingarnar, sum gjørdu tað, skal vera ósagt, men seinni hálvleikur byrjaði tó sum eitt satt vónbrot. Menn virkaðu líkasælir og fyri fyrstu og einastu ferð í dystinum vóru tað sandopyingar, sum stýrdu spælinum. Teir fingu eisini eitt mál, eftir at Jonas Flindt Rasmussen vísti seg í gávuhýri og sendi bóltin beint til hin kvika Tijani Muhammed, sum smeyg sær inn í brotsteigin og sendi bóltin í málið til 3-1. Beint aftaná sendiu gestirnir eitt dundurskot móti málinum, og Meinhardt Joensen mátti toyggja seg í hvørjari lykkju fyri at jústa bóltin burtur.

Men so kom B36 fyri seg aftur, og so var restin av fyrra hálvleiki eitt avrit av fyrra. Teir gulklæddu gestirnir høvdu ikki nógv at koma við, og okkara áttu at havt skorað fleiri mál afturat. Serstakliga gott sá tað út miðskeiðis í hálvleikinum, tá eitt mynsturálop endaði við, at bólturin varð lobbaður inn í  brotsteigin, har Lukazs tamdi hann við bringuni og fekk skot á, men tíanverri stóð B71-málverjin fyri og bjargaði.

Eitt mál fingu vit tó afturat. Tað kom í  73. minutti. Heini í Skorini langaði til langt úti frá, men málverjin vardi fyri. Bólturin endaði hjá Lukazs Cieslewiecz í vinstra borði, sum sendi hann inn fyri málið, har Heini í Skorini fekk sneitt hann so mikið, at hann snýtti Símun Rógva og endaði í handara síðuneti.

4-1 gjørdist endaliga úrslitið, og tann málmunurin var í øllum førum ikki eitt mál ov stórur!

Nógv góð avrik vóru at síggja á B36-liðnum, men tað er upp á sítt pláss at taka Høgna Eysturoy fram, tí hann spældi ein frálíkan dyst fyrst á høgra og so á vinstra bakki. Hetta er ikki hansara vanliga pláss - tað er longri frammi á vøllinum - men hann røkti sína uppgávu væl, og tað er stuttligt at síggja hann spæla seg inn á liðið.

Hósdagin gongur leiðin norður til Gøtu, har Víkingur bíðar. Tað verður truplari, men liðið sær gott út, so ongin orsøk er at stúra.

 

B36-B71 4-1 (3-0)

1-0 8. min. Lukazs Cieslewiecz

2-0 11. min. Heini í Skorini

3-0 40. min. Símun Joensen

3-1 48. min. Tijani Mohammed

4-1 73. min. Heini í Skorini

Liðið: Meinhardt Joensen - Høgni Eysturoy, Odmar Færø, Jonas Flindt Rasmussen, Símun Joensen (45. Kenneth Jacobsen) - Klæmint Matras, Súni Olsen, Róaldur Jakobsen, Heini í Skorini, Jákup á Borg - Lukazs Cieslewiecz.

Dómari: Eiler Rasmussen

 

(Myndamaður okkara var í Gundadali í dag, og myndir koma seinni!)

Komandi dystir

Komandi dystir

Betrideildin, menn

Við Stórá - 4. umfar

Mikudagin 27. mai - kl. 19:00

  -----------------

1. deild menn

Leygardagin 30. mai - kl.

B36 - B71

  -----------------

Betri deildin kvinnur

Mánadagin 01. juni - kl.

EBS/SKÁLA - B36

Gjald limagjaldið 2020 her !

Støðan í Betri-deildini

Hvør var dagsins spælari, B36-Skála 6-2 ?
 

Leinkir

 

Stuðla og vinn

Keyp atgongumerki / lutaseðil 2020 her :

 

Keyp árskort 2020 her :

 

Keyp B36 bókina her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan