B36-liðini

Stuðlar

Høvuðsstuðul hjá B36


Stuðlar hjá B36

 
  

 

 

  

 

     

             



Designed by:
SiteGround web hosting Joomla Templates

07 Vestur 0:3 B36
Dystur
01
Sørvágur
07 Vestur 0 : 3
B36
10-04-2011 17:00
  1" 1  16 • Meinhardt Joensen
  1" 1  07 • Súni Olsen
  1" 1  10 • Róaldur Jakobsen
  1" 1  14 • Heini í Skorini
  1" 1  22 • Klæmint Matras
  1" 1  03 • Símun Joensen
  1" 1  20 • Høgni Eysturoy
  1" 1  11 • Lukasz Cieslewicz
  3" 1  10 • Róaldur Jakobsen
  48" 1  14 • Heini í Skorini
  59" 1  03 • Símun Joensen
  75" 1  10 • Róaldur Jakobsen
  80" 1  07 • Súni Olsen
  90" 1  14 • Heini í Skorini

Trý stig á kontuna!

 

 

Loksins bleiv Vodafonedeildin sparkað í gongd fyri okkara viðkomandi. Á Dungasandi í Sørvági møttu vit uppflytaranum úr 07 Vestur, sum undan kappingarárinum hevur styrkt seg væl við útlendskum leikarum.

 

 

Okkara lið var eisini ein rímiliga nýggj samanseting, har báðir útlendsku leikarar okkara, Jonas Flindt Rasmussen og Lukasz Cieslewicz, fingu pláss í byrjunaruppstillingini. Ein miðvøllur mannaður við kríggjarnum sum Klæminti Matras, John Hansen og Heina í Skorini bar boð um, at tað í dag skuldi stríðast fyri sakini, og at hetta var ein torførur dystur.

 

Vit fingu eina ógvuliga góða byrjan uppá dystin, tí longu í 3. minutti løgdu vit okkum á odda. Róaldur Jakobsen tóktist vera serliga klárur heilt frá byrjan, og skapti hann eisini sær sjálvum henda málgevandi møguleikan - í samráð viðTéhe Aristide, sum  ongantíð vann tamarhald á bóltinum, sum Róaldur jagstraði og vann, áðrenn hann hegnisliga lyfti bóltin upp um málverjan og legði okkum á odda 1-0.

 

Leiðslumálið fekk okkum ikki at leggja okkum aftur at verja leiðsluna, men hinvegin royndu menn at fáa sementerað sigurin so tíðliga sum tilbar. Tað er tó als ikki lætt at spæla í Sørvági, og tað var ringt at fáa spælið veruliga at koyra - tó so, at vit inn ímillum vístu nakrar kvikar og skilagóðar samansetingar í uppspælinum. Vit høvdu eisini møguleikan at økja um munin tá ið góður hálvur tími var leiktur. Fyrst var tað Heini í Skorini, ið stútaði eitt frísparksinnlegg á stongina, og løtu seinni var  tað Lukasz Cieslewicz, sum púra leysur ikki megnaði at fáa bóltin framvið 07 Vestur-málverjanum. Møguleikan fekk hann eftir gott samanspæl við Róaldi Jakobsen.

 

07 Vestur hótti ongantíð av álvara B36-málið, men nøkur innlegg teirra vóru av og á tætt við at gerast vandamikil. Annars kann sigast um fyrra hálvleik, at tað ikki var nógv skipað spæl at síggja til, men bestu saman- og uppspølini átti B36.

 

Leikliga stóð seinni hálvleikur einki frammanfyri fyrra. Nógvir nærdystir um bóltin á miðjum vølli tarnaðu góðum fótbóltsspæli, og megnaðu hvørki av liðunum at spæla seg til teir stóru málmøguleikarnar. 07 Vestur søkti at við kvikum gjøgnumbrotum, men megnaði verja okkara at standa stinn og byggja upp fyri avgerandi skotunum hjá heimaliðnum.

 

Eitt gott korter inn í seinna hálvleik fingu vit eitt hornaspark, ið førdi til øking til 2-0. Súni Olsen skeyt hornasparkið flatt til nærmaru stong, har Símun Joensen stýrdi bóltin mótvegis málinum, og umvegis eitt 07 Vestur-bein endaði bólturin í málinum og harvið 2-0 til okkara. Símun Joensen er vorðin noteraður sum málskjútti, sum jú eisini er púra beint, hóast ein 07 Vestur-leikari sum nevnt líka heilsaði uppá bóltin.

 

Aftur gekk eitt korter, og so avgjørdu vit dystin. Og enntá ein frálíkur máti at staðfesta sigurin uppá, sum Róaldur valdi! Hann fekk bóltin á miðum vølli, rak nakrar fáar metrar og hamraði bóltin í málhornið úr 25 metrum. Ein kanónkúla og 3-0 til okkara!

 

Ímóti dystarenda royndi 07 Vestur alt fyri at fáa eitt mál, ið kundi birta teimum eina vón ella bara pyntað um úrslitið. Teir sótu á at kalla øllum og høvdu eisini nakrar stórar málmøguleikar, men inn fingu teir bóltin ikki, og vit taka trygga 3-0-sigurin við okkum. Frøði á bæði leikarum og teimum - stuttligt at síggja - fjølmentu viðhaldsfólkunum. Vit kunnu fegnast um úrslitið á pappírinum og tey trý stigini, men vit hava allar orsøkir at vera bjartskygd eftir henda dyst, tí menn vístu sjáldsama góðan stríðsanda, til tíðir gott spæl og so tann alt avgerandi neyvleikan frammanfyri málinum. Vónandi heldur hetta fram og vónandi gongur tað út yvir B71, sum vitjar í Gundadali komandi sunnudag.

 

07 Vestur - B36 (0-1)

0-1: Róaldur Jakobsen, 3.

0-2: Símun Joensen, 59.

0-3: Róaldur Jakobsen, 75.

 

Liðið í dag: Meinhardt Joensen - Høgni Eysturoy, Odmar Færø, Jonas Flindt Rasmussen, Símun Joensen - Heini í Skorini (90. Rúnar í Lon Jacobsen) John Hansen (69. Ingi Højsted), Klæmint Matras, Róaldur Jakobsen, Súni Olsen (80. Ámund Nolsøe) - Lukasz Cieslewicz

Komandi dystir

Komandi dystir

Betrideildin, menn

Við Stórá - 4. umfar

Mikudagin 27. mai - kl. 19:00

  -----------------

1. deild menn

Leygardagin 30. mai - kl.

B36 - B71

  -----------------

Betri deildin kvinnur

Mánadagin 01. juni - kl.

EBS/SKÁLA - B36

Gjald limagjaldið 2020 her !

Støðan í Betri-deildini

Hvør var dagsins spælari, B36-Skála 6-2 ?
 

Leinkir

 

Stuðla og vinn

Keyp atgongumerki / lutaseðil 2020 her :

 

Keyp árskort 2020 her :

 

Keyp B36 bókina her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan