B36-liðini

Stuðlar

Høvuðsstuðul hjá B36


Stuðlar hjá B36

 
  

 

 

  

 

     

             



Designed by:
SiteGround web hosting Joomla Templates

B36 0:2 EB/Streymur
Dystur
Hópur
1. umfar
Gundadalur
B36 0 : 2
EB/Streymur
03-04-2011 15:00
 16 • Meinhardt Joensen 1     
 22 • Klæmint Matras 1     
 20 • Høgni Eysturoy 1     
 14 • Heini í Skorini 1     
 11 • Lukasz Cieslewicz 1     
 10 • Róaldur Jakobsen 1     
 07 • Súni Olsen 1     
 03 • Símun Joensen 1     
 03 • Símun Joensen 1 90"    

Bara FM at hugsa um

 

Tað eydnaðist ikki okkara monnum at basa teimum sera stinnu sundalagsmonnunum í Gundadali í dag, og eftir ein 2-0 ósigur er kappingin um Løgmanssteypið longu av fyri okkara viðkomandi.

 

Heilt fitt av fólki var samankomið í Gundadali til ársins fyrsta heimadyst av týdningi.

Kappingin var um Løgmanssteypið og mótstøðuliðið vóru vinnararnir seinastu tvey árini, EB/Streymur. Venjarin, Mikkjal Thomassen, segði áðrenn dystin, at sundalagsmenn virkaðu til tíðir ræðandi í stórsteypadystinum móti HB, men so stórur munur var tó ikki á liðunum í dagsins dysti, at B36-ararnir eiga at vera ræddir fyri at møta teimum aftur. At teir, hinvegin, eru sera hegnigir og avgjørdir, er einki at fara skeivur í, og lítið er at ivast í, at EB/Streymur verður við í kappingini um alt, sum kann vinnast í ár.

Men okkara emnn vóru heldur ikki heilt fyri nothing. Slett ikki.

Í fyrra hálvleiki vóru tað okkara, sum høvdu tamarhald á dystinum sæð burtur frá einum tíggju minuttum, tá gestirnir eisini løgdu seg á odda. Hetta hendi, tá einir 16 minuttir vóru farnir. EB/Streymur hevði eina røð av hornaspørkum, og tað síðsta av teimum endaði í pannuni á Pætur Dam Jacobsen, sum stýrdi bóltin í síðunetið.

B36 yvirtók nú aftur initiativið, men fílast kundi kanska á, at nógva bólttamarhaldið úrslitaði í ov fáum málmøguleikum. Tann størsti í fyrra hálvleiki var, tá Heini í Skorini sendi eitt frálíkt langskot móti málinum, men René Tórgarð bjargaði í stórum stíli.

Í seinna hálvleiki legði EB/Streymur best fyri, og tað mundi ganga eitt korter, áðrenn B36 rættiliga fekk fótin fyri seg og fór at gera mótálop.

Fleiri góðar støður vóru at síggja, har menn fluttu seg og bóltin væl, men tað seinasta manglaði alla tíðina, og verjan hjá gestunum var eisini sera stinn. Tá hon ikki fekk steðga teimum hvítu, so traðkaði René Tórgarð til, og hann hevði eisini tvær meistarabjargingar í seinna hálvleiki - eina niðri á vøllinum og eina heilt uppi undir yvirliggjaranum.

Ein heldur óunnilig støða kom fyri í seinnu helvt av seinna hálvleiki, tá Sorin Anghel small á miðjum vølli og varð borin lívleysur av vøllinum og rópt varð eftir lækna. Tað vísti seg, at hann hevði fingið ein alboga undir vangan og misti vitið. Hann noyddist á sjúkrahúsið, men seinast, vit frættu, var hann komin fyri seg aftur, og tyktist hava tað gott. Tað vóna vit sjálvandi eisini.

Móti endanum av dystinum mátti B36 satsa og senda meira fólk fram - miðverjin Jonas Flindt Rasmussen varð t.d. fluttur fram í álopið at hótta við síni luftstyrki, men einki bar til, og langt úti í teimum átta minuttunum, sum Petur Reinert hevði lagt afturat, økti Bárður Olsen til 0-2, tá hann gjørdist leysur á brotsteigarmarkinum mitt fyri málinum. Í virðing fyri sínum gomlu liðfeløgum og B36-fjepparunum valdi hann ikki at gera ov nógv av eftir málið, og tað var væl móttikið av Floksmonnum á áskoðaraplássunum.

Samanumtikið eitt góðkent avrik av okkara monnum, men EB/Streymur hevði uppiborið sigurin, sum tó kanska var eitt mál ov stórur.

Komandi sunnudag byrjar landskappingin, og tá skulu vit til Sørvágs at spæla móti 07 Vestur. Tá skal vinnast!

 

1. umfar í kappingini um Løgmanssteypið

B36 - EB/Streymur 0-2 (0-1)

0-1 16. min Pætur Dam Jacobsen

0-2 94. min Bárður Olsen

Liðið: Meinhardt Joensen - Kenneth Jacobsen, Odmar Færø, Jonas Flindt Rasmussen, Símun Joensen - Klæmint Matras, Heini í Skorini, Róaldur Jacobsen, Súni Olsen, Høgni Eysturoy - Lukazs Cieslewisz

Dómari: Petur Reinert

Komandi dystir

Komandi dystir

UEFA Europa League


  Gundadalur

B36 - Crusaders FC

Hósdagin 18/07 - kl. 19:00

  -----------------

1. deild menn

KÍ - B36

Leygardagin 20/07 - kl.

  -----------------

U21

  -----------------

Betri deildin kvinnur

B36 - EBstr/Skála

Hósdagin 25/07 - kl.

Gjald limagjaldið 2019 her !

Støðan í Betri-deildini

Leinkir

Keyp B36 bókina her :

 

Árskort 2019 - keyp her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan