B36-liðini

Stuðlar

Høvuðsstuðul hjá B36


Stuðlar hjá B36

 
  

 

 

  

 

     

             



Designed by:
SiteGround web hosting Joomla Templates

B36 3:2 HB
Dystur
27
Gundadalur
B36 3 : 2
HB
22-10-2011 15:00
 16 • Meinhardt Joensen 1 1"    
 11 • Lukasz Cieslewicz 1 1"    
 09 • Jákup á Borg 1 1"    
 10 • Róaldur Jakobsen 1 1"    
 07 • Súni Olsen 1 1"    
 08 • Atli Danielsen 1 1"    
 22 • Klæmint Matras 1 1"    
 20 • Høgni Eysturoy 1 1"    
 14 • Heini í Skorini 1 50"    
 11 • Lukasz Cieslewicz 1 55"    
 14 • Heini í Skorini 1 63"    
 08 • Atli Danielsen 1 64"    
 03 • Símun Joensen 1 64"    
 10 • Róaldur Jakobsen 1 75"    
 11 • Lukasz Cieslewicz 1 77"    

67 men ikki pensoneraðir

 

 

Tað stóð nógv á, eftir at HB hevði umsett tvey brotsspørk til mál. Men enn einaferð vístu vit klassa, og so tambaðu vit føroyska stigametið til 67

 

 

Gundadalur var Hvítidalur í dag. Eingin ivi um tað. Floksmenn og tikarar høvdu riggað til í heila viku, og hóast spælararnir helst høvdu feirað sín part í vikuni, so vóru teir til reiðar at fara út til triðju grannauppgerðina á árinum - hildu vit í øllum førum.

Tí vit vóru als ikki til reiðar. Fyri tað allar mesta var HB omaná fyri steðgin, og fult uppirborið komu teir eisini á odda. Men brotssparkið, sum gav leiðslumálið, var tó burtur úr vón og viti. Odmar tacklaði klokkureint, men kortini peikaði dómarin á blettin, og so var ikki meira at gera við tað.

Eftir steðgin komu vit betur ígongd, men tá HB økti til 2-0 við brotssparkið, sum hesaferð var rætt dømt, kámaðist FM-rómurin kanska nakað.

Men tó ikki meira enn lítla løtu. Lukasz skeyt okkum aftur í dystin, tá hann endaði eitt gott álop við at plasera bóltin í kassan, og tá Heini so lítla løtu seinni ofraði seg og hálvgum tacklaði bóltin í netið, stóð alt aftur púrasta opið.

Og so kom tað heilt stóra brakið - og frá hvørjum øðrum enn Lukasz. Hann tók ein høgan bólt niður við bringuni, og so snaraði hann sær 180 stig, áðrenn hann høgdi bóltin í síðunetið.

FM-heitið høvdu vit longu, men enn eitt nýtt met - 67 stig - og triðið sigurin á rað móti grannaunum gjørdu dagin mest sum perfektan. Og sum onkur segði: Tað er uppaftur stuttligari at vinna, tá tú hevur verið aftanfyri!

Komandi dystir

Komandi dystir

Betrideildin, menn
  Gundadalur

 

KÍ - B36

Mikudagin 21/08 - kl. 19:00

  -----------------

1. deild menn

B36 - EB/Streymur

Leygardagin 24/08 - kl.

  -----------------

U21

FC Hoyvík - B36

Mánadagin 19/08 - kl.

  -----------------

Betri deildin kvinnur

B36 - KÍ

Hósdagin 22/08 - kl.

Gjald limagjaldið 2019 her !

Støðan í Betri-deildini

Leinkir

Keyp B36 bókina her :

 

Árskort 2019 - keyp her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan