B36-liðini

Stuðlar

Høvuðsstuðul hjá B36


Stuðlar hjá B36

 
  

 

 

  

 

     

             



Designed by:
SiteGround web hosting Joomla Templates

B36 2:1 B71
Dystur
24
Gundadalur
B36 2 : 1
B71
01-10-2011 15:00
 16 • Meinhardt Joensen 1 1"    
 20 • Høgni Eysturoy 1 1"    
 11 • Lukasz Cieslewicz 1 1"    
 09 • Jákup á Borg 1 1"    
 10 • Róaldur Jakobsen 1 1"    
 14 • Heini í Skorini 1 1"    
 07 • Súni Olsen 1 1"    
 08 • Atli Danielsen 1 1"    
 22 • Klæmint Matras 1 1"    
 20 • Høgni Eysturoy 1 1"    
 22 • Klæmint Matras 1 61"    
 11 • Lukasz Cieslewicz 1 82"    
 14 • Heini í Skorini 1 84"    
 23 • Rasmus Dan Sørensen 1 84"    
 09 • Jákup á Borg 1 90"    

Tveir minuttir frá vanlukkuni

 

 

Tað, sum ikki mátti henda, hendi heldur ikki. Men tað var óluksáliga nær við...

 

 

Móti longu niðurflutta B71 var einki sum helst at rafla um. B36 skuldi hava trý stig, og ivaleyst vóru vit eisini fleiri, sum vónaðu, at talan skuldi gerast um trivaligan sigur.

Men tað var tó hampuliga skjótt greitt, at hetta ikki reiðiliga var okkara dagur. Gaman í áttu vit brotsspark longu í fyrsta álopinum, men floytan hjá dómaranum tagdi ta ferðina. Og so gjørdu okkara menn ikki stórt meira.

Hugburðurin tóktist vera, at hesin dysturin longu var vunnin, og so var lag á manni hjá B71 at koma fram til møguleikar. Vit fingu eina ávaring, tá ein púrasta blankur Gudmundur Nielsen sendi uppum, men har var eingin góða mamma, tá B71 nakað seinni legði seg á odda. Hesa ferð slapp Høgni Midjord ígjøgnum í okkara høgra borði, og inni undir málinum skuldi Tijani Mohammed bara skumpa bóltin seinasta pettið innum.

Og málið fekk als ikki okkara menn at vakna. Vit høvdu ilt við at skapa tað stóra í opnum spæli, og tá vit so skaptu vandastøður við deyðbóltar, vóru sandoyingar tvær ferðir á strikuni og ruddaðu bóltin burtur.

Eftir steðgin var væntandi, at okkara skuldu leggja trýst á. Men eisini hetta gekk meira enn striltið. Ístaðin kundu tað verið 0-2, tá Gudmund aftur varð leysur, men bólturin smoygdu seg júst skeivu (røttu?) megin stólpan, tá leysi maðurin hevði lyft upp um Meinhardt.

Sami Gudmund gjørdi seg annars ikki júst populeran í Gundadali, tá hann skuldi skiftast út. Til lítlan sóma fyri fótbóltsspæl og ítróttaranda lat hann seg úr spælitroyggjuni, so okkara viðhaldsfólk sóu, hvar hann vónaði gullið fer. Øði kom av sonnum í okkara viðhaldsfólk, og kanska var tað eisini júst hetta, sum loksins tendraði okkara menn.

Mahmud kom í seinna hálvleiki á vøllin fyri Klæmint, og tað tóktist sannlíkt, at skuldu vit skora, so var tað við hjálp frá kviku fótum hansara. Soleiðis varð eisini, tá bara sjey minuttir vóru eftir. Hesa ferð vann Mahmud bólt, sum verjuspælari royndi at skerma út. Næsti verjuspælarin varð skjótt settur av, og umvegis Jákup endaði bólturin fyri føturnar á Lukasz, sum hamraði hann í netið.

Javnleikurin var tó framvegis á markinum til eina vanlukku, men tá tíðin var farin um teir 92 minuttirnar, bragdaði loksins. Eftir smáspæl við Mahmud gjørdist Lukasz leysur, og so var bara eitt hjá Ransanum at gera, tá verjuspælarin kastaði seg inn í framherjan.

Fleiri mundu ikki tora at hyggja at skotinum, men Jákup var ísakaldur, og uttan at málverjin hevði nakran sum helst møguleika, varð bólturin bankaður inn í síðunetið.

Tað var kanska ikki væntandi, at tað fyri aðru í ár skuldi gerast sooooo spennandi móti B71. Men dysturin prógvaði enn einaferð, at dystirnir skulu spælast, áðrenn stig kunnu setast á kontina. Og hann prógvaði eisini enn einaferð, at hepnið fylgir einum oddaliði.

 

 

B36-B71 2-1 (0-1)

0-1: Tijani Mohammed, 20.

1-1: Lukasz Cieslewicz, 82.

2-1: Jákup á Borg (br.), 90.

Liðið: Meinhardt Joensen – Høgni Eysturoy, Jonas Flindt Rasmussen, Atli Danielsen, Kenneth Jacobsen (Rasmus Dan Sørensen, 84) – Heini í Skorini (Ingi Højsted, 84.), Klæmint Matras (Mahmud Suleiman, 61.), Róaldur Jacobsen, Súni Olsen – Jákup á Borg, Lukasz Cieslewicz

Komandi dystir

Komandi dystir

Betrideildin, menn

Við Stórá - 4. umfar

Mikudagin 27. mai - kl. 19:00

  -----------------

1. deild menn

Leygardagin 30. mai - kl.

B36 - B71

  -----------------

Betri deildin kvinnur

Mánadagin 01. juni - kl.

EBS/SKÁLA - B36

Gjald limagjaldið 2020 her !

Støðan í Betri-deildini

Hvør var dagsins spælari, B36-Skála 6-2 ?
 

Leinkir

 

Stuðla og vinn

Keyp atgongumerki / lutaseðil 2020 her :

 

Keyp árskort 2020 her :

 

Keyp B36 bókina her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan