B36-liðini

Stuðlar

Høvuðsstuðul hjá B36


Stuðlar hjá B36

 
  

 

 

  

 

     

             



Designed by:
SiteGround web hosting Joomla Templates

B36 1:2 EB/Streymur
Dystur
23
Gundadalur
B36 1 : 2
EB/Streymur
25-09-2011 15:00
 16 • Meinhardt Joensen 1 1"    
 11 • Lukasz Cieslewicz 1 1"    
 09 • Jákup á Borg 1 1"    
 10 • Róaldur Jakobsen 1 1"    
 07 • Súni Olsen 1 1"    
 08 • Atli Danielsen 1 1"    
 22 • Klæmint Matras 1 1"    
 03 • Símun Joensen 1 1"    
 20 • Høgni Eysturoy 1 1"    
 03 • Símun Joensen 1 28"    
 09 • Jákup á Borg 1 52"    
 08 • Atli Danielsen 1 75"    
 14 • Heini í Skorini 1 75"    
 22 • Klæmint Matras 1 80"    
 03 • Símun Joensen 1 90"    

Ikki okkara dagur

 

 

Steingin, yvirleggjarin og onkur bjarging á strikuni. Tað vildi snøgt sagt ikki koppa okkara veg í dag

 

 

EB/Streymur vann í sín áttandi sigur á rað, og framvegis eru teir væl og virðiliga við í oddastríðnum í ársins útgávu av Vodafone-deildini.

Tað er stutta niðurstøðan í dag eftir ein dyst, har vit høvdu allar møguleikar at siga bæði EB/Streymi og restini av Føroya landi, hvar skápið skal standa.

Dysturin í dag var kanska merktur av nervum, og tað varí øllum førum ikki best hugsandi byrjanin, sum okkara fingu upp á dystin. Klokkan var ikki farin um teir fimm minuttirnar, tá bólturin lá í okkara máli. Gert Hansen sendi eitt innlegg móti handaru stong, og hetta fekk loyvi at ferðast allan vegin inn í okkara mál.

Tað var tó so langt ífrá, at okkara góvust á hondum. Vit søktu støðugt málið hjá EB/Streymi. Eitt nú vísti Klæmint tíðliga, at hann og træverkið vóru alt ov væl á degnum, og eftir 25 minuttum fingu vit aftur prógv um hetta. Pauli G. Hansen sópaði beinini undan Lukasz í brotsteiginum, og so var brotsspark. Klæmint hamraði tó hetta á innsíðuna av stólpanum og út til innkast. Og 20 sekund seinni skuldu vit vera fegin um Meinhardt, sum bjargaði, tá Levi Hanssen var púra leysur.

Og hetta undirstrikaði væl eisini dagin. Gert skeyt seg og EB/Streym upp á 2-0 eftir sera gott kontraspæl, og so vildi tað bara ikki rigga hjá okkum.

Róaldur bankaði bóltin framvið úr góðari skotstøðu, og tað sama gjørdi Lukasz. Eftir framúr álop setti Jákup alla EB/Streyma-verjuna av, áðrenn hann langaði bóltin uppum, og vit fingu spakuliga at síggja, at hetta var ikki okkara dagur.

Tíðliga í seinna hálvleiki tendraði vónin tó aftur, tá Jákup sera hegnisliga skeyt okkum upp á 1-2, men tað bleiv ikki til meira enn tað sama. Ta einu ferðina stóð Odmar næstan í fimm-metrinum og bankaði til returbólt, sum við hondini varð bjargaður á mástrikuni. Vit blivu tíggju, tá Símun fekk sítt næsta gula kort móti dystarenda, men kortini kmátti René Tórgarð toga eina sanna fepurbjarging fram, tá Lukasz slapp til skot. EB/Streymur hevði sín møguleika at punktera dystin, men Meinhardt trýsti ein púra blankan Arnbjørn at skjóta framvið. Støðugt trýstu og hóttu okkara menn, men javnleikurin, sum at enda hevði smakka væl, kom tó ongantíð.

Fyri fyrstu ferð í ár máttu vit úr Gundadali sum taparar. Men enn hava vit allar møguleikar sjálvir. Gera vit okkara, so eru vit meistarar – líkamikið hvat hini gera. Men tað er ikki sørt, at úrslitið í dag gjørdi alt eitt sindur meira spennandi, enn tað burdi verið.

 

B36-EB/Streymur 1-2(0-2)

0-1: Gert Aage Hansen, 5.

0-2: Gert Aage Hansne, 35.

1-2: Jákup á Borg, 52

 

Liðið: Meinhardt Joensen – Høgni Eysturoy, Jonas Flindt Rasmussen, Odmar Færø (Mahmud Suleiman, 87.), Símun Joensen – Róaldur Jakobsen, Atli Danielsen (Heini í Skorini, 75.), Klæmint Matras (Ingi Højsted, 80.), Súni Olsen – Jákup á Borg, Lukasz Cieslewicz

Gult kort: Símun Joensen, Odmar Færø

Reytt kort: Símun Joensen (2Xgult)

Komandi dystir

Komandi dystir

Betrideildin, menn
  Gundadalur

 

KÍ - B36

Mikudagin 21/08 - kl. 19:00

  -----------------

1. deild menn

B36 - EB/Streymur

Leygardagin 24/08 - kl.

  -----------------

U21

FC Hoyvík - B36

Mánadagin 19/08 - kl.

  -----------------

Betri deildin kvinnur

B36 - KÍ

Hósdagin 22/08 - kl.

Gjald limagjaldið 2019 her !

Støðan í Betri-deildini

Leinkir

Keyp B36 bókina her :

 

Árskort 2019 - keyp her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan